Pápin var kanska ikki einsamallur

Hurðin í kjallaranum hjá Josef Fritz vigar 600 pund, og hann má hava fingið hjálp til at seta hana í, heldur løgreglan

Eysturríkska løgreglan ivast nú í, um Josef Fritzl var tann einasti, sum visti, hvat fór fram niðri í kjallara hansara. Fyrr hevur ein týskur krimiserfrøðingur sagt seg vera sannførdan um, at kona Josef, Rosemarie, má hava vitað, hvat maðurin fekst við niðriundir, og í dag sigur ein kvinna, sum leigaði frá hjúnunum fyri nøkrum árum síðani, at ein sonur teirra hevði lykil til kjallaran.

 

-Eg og beiggi mín, sum leigaðu frá teimum, bóðu um at fáa eitt rúm í kjallaranum, men fingu at vita, at har var einki pláss. Nú skilji eg hví, sigur kvinnan við eitt týskt blað.

 

Løgreglan í Amstetten setir eisini spurnartekin við, hvussu Josef Fritzl bar seg at, tá hann setti hurðina í tað rúmið, sum dóttirin og børnini vóru í. Hurðin, sum er úr stáli, vigar 600 pund, so hann kann ikki hava sett hana í einsamallur. Talsmaðurin hjá løgregluni í Amstetten sigur, at tað kann sjálvandi hugsast, at hurðin bleiv sett í, áðrenn Elisabeth bleiv stongd inni í kjallaranum.

 

Samstundis kannar eysturríkska løgreglan, um Josef Fritzl kann hava fingist við okkurt annað ólógligt virksemi aðrastaðni enn heima við hús. Tað vísir seg, at hann eigur eisini hús í øðrum býum enn Amstetten, og tey er løgreglan nú í ferð við at kanna.