Pápin kann fáa lívlangt fongsul

Ein 41 ára gamal dani kann fáa lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava sett eld á bilin, sum tvær døtur hansara vóru í. Maðurin framdi illgerðina nærhendis Berlin í august í fjør, og í dag staðfesti rætturin í Potsdam, at maðurin er ikki sálarsjúkur, men er egnaður til vanliga fongsulsrevsing.

Serfrøðingar vænta, at maðurin fær lívlanga fongsulsrevsing, tá rætturin fer at kunngera dómin tann 29. mai.

Maðurin og fyrrverandi konan vóru ósamd um samverurættin til genturnar. Á sumri í fjør gjørdu myndugleikarnir av, at genturnar skuldu búgva hjá mammuni. Tann 12. august doyvdi maðurin genturnar við sovitablettum, meðan tær sótu í trygdarbelti á baksetrinum í bili hansara. So setti hann eld á bilin. Sjálvur setti hann seg frammanfyri, men fór úr bilinum og varð tikin nakað seinni.