Maðurin, sum skipaði fyri bumbuatsóknini í Oslo og hópdrápinum á Utøya, átti at beint fyri sær. Tað heldur í hvussu er Jens David Breivik, sum er pápi Anders Behring Breivik.
-Hvussu kundi hann standa har og myrða so nógv ósek fólk og halda, at hetta var í lagi? Hann skuldi beint fyri sær sjálvum, sigur Jens David Breivik við svenska blaðið Expressen, sum hevur vitjað mannin, ið býr í Fraklandi.
Jens David Breivik er fyrrverandi diplomatur og tænastumaður og hevði búsett seg í Fraklandi fyri at njóta pensjonistaárini har. Men nú er alt broytt.
-Eg var púra fyri ongum og trúði ikki mínum egnu eygum, og eg skilti ikki, at hetta var satt, sigur hann við svenska blaðið.
-Eg eri fullur av sorg og ráðaloysi. Eg eri jú pápi hansara. Eg vóni, at fólk skilja, at eg havi ikki nakað við hetta at gera, sigur Jens David Breivik við Expressen.