Páparnir detta niðurímillum

- Tað er ikki rímiligt, at mamman at kalla einsamøll kann seta treytirnar, nær pápin kann hava barnið, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í javnstøðunevndini

Nakrar ferðir um árið ringja pápar til javnstøðunevndina at kæra sína neyð, tí teir stríðast við fyrrverandi konuna um børnini. Summir skriva til nevndina.
- Teir eru djúpt ørkymlaðir, og eg haldi ikki tað er rætt, at mamman fyri tað mesta sleppur at seta treytirnar fyri samveru, tá i foreldrini eru farin frá hvør øðrum, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Hon heldur, at foreldrini mugu býta nógv í seg av hatri, tí ósemjan má ikki raka børnini meira enn neyðugt. Men tað er i mongum førum lættari sagt enn gjørt.
- Tað er neyðugt fyrst og fremst at hugsa um børnini, og tað er ikki rætt, at páparnir so ofta detta burtur ímillim, sigur hon.
Summir pápar hava sagt henni, at teir ikki tora at berjast fyri sínum rættinum, ti teir eru bangnir fyri harvið at missa alt.
Onkur hevur nevnt, at tað er so møtimikið at stríðast, tí teir møta bara kvinnum í allari skipanini, pedagogum, málsviðgerðum, barnavernd o.a.