Nakrantíð smsað til stjóran, at hann er ein bøssi? Ella brotið seingina hjá svigermor í sexrúsi?....... Aftaná ein strævnan dag fóru eg og nakrir vinmenn at spæla teldu. Vit manglaðu ein fyri at tað skuldi ganga upp. Eg taki telefonina og skrivi eitt sms til ein vinmann og biði hann koma við. Hann svarar, at hann orkar ikki, og fer at slappa av. Eg skrivi so aftur: ?ikki ver ein sovorin bøssi! Kom og spæl!!?. Tað var nú soleiðis, at eg arbeiddi á einum staðið har øll arbeiðsboðini komu ígjøgnum sms, og eg hevði júst fingið arbeiðsboðini frá okkara høgt virda formanni, og tá eg skuldi senda hetta heldur óhepna smsið, kom eg til at trýsta á ?besvar? og sendi smsið beint til formannin!! Og tað kom eg eisini at hoyra fyri :)
Tað skal leggjast afturat, at søgan endaði væl, og ístaðin fyri at fáa eina ordans skolu, endaði alt við einum góðum látri í kaffipausuni :)
Svigermor var farin út at ferðast, sum hon ofta ger. Eg og táverandi sjeikur høvdu alt húsið fyri okkum sjálvi.Vit avgjørdu, at gera tað freka all around í húsinum, og tað var temmiliga stuttligt.
Men ikki bleiv tað so stuttligt, tá ið vit skuldu gera tað í hennara song. Vit tóku tað avgerð, at vit skuldu skifta lak og dýnubetrekk aftaná vit vóru liðug.
Men so langt komu vit aldrin. Okkara leikur endaði við einum bresti. Tá ið svigermor kom heim aftur til Føroyar dagin aftaná, kom hon heim til eina brotna song.
Eg veit ikki, hvat mín táverandi sjeikur segði við hana tann dagin, hon sá sína brotnu song.
Eg helt meg so langt vekk, sum eg yvirhøvir kundi.
Í dag eru vit gift.
Men nú og tá spøkir songin aftur