Pólverjar halda skil á

Tá ið Føroyar í kvøld fara at stríðast í EM undankappingardysti ímóti heimsmeistarunum úr Italia, verður tað ein pólverji, sum verður 23. maðurin á vøllinum.

UEFA hevur sett Robert Malek at vera dómara. Linjuverjarnir, sum eisini eru úr Pólandi, eru Krzysztof Myrmus og Konrad Sapela. Fjórði maðurin í dómarabólkinum er Tomasz Mikulski.

Maðurin, sum skal eygleiða avrikini hjá uttanveltaðu pólverjunum, er úr Íslandi. Hann eitur Sigurdur Hannesson.