FÓTBÓLTUR
Mikukvøldið 6. august vitjaðu Bill Jacobsen og B68 í Klaksvík. Toftamenn og klaksvíkingar vóru lið um lið á støðutalvuni í summarsteðginum, og talan var um tætta uppgerð, sum leingi tóktist skula enda málleys. Í síðstu løtu skoraði unglingaspælarin Jóan Símun Edmundsson fyri B68, og harvið struku toftamenn avstað við øllum stigunum.
Talvan vísir, at tað síðani tá hevur hilnast væl hjá B68. Toftamenn hava síðani summarsteðgin vunnið 18 stig, meðan tað hevur hilnast minni væl hjá KÍ, sum burturúr átta umførum ikki hevur vunnið meiri enn 7 stig. Tí líta toftamenn nú fram ímóti ovaru hálvu, meðan klaksvíkingar framvegis spæla fyri lívinum í bestu deildini.
Hjá B68 er veteranurin Arnbjørn Danielsen framvegis skaddur. Orsaka av skaða í fótinum var hann ikki við í 2-1 sigrinum á Skála. Arnbjørn royndi at venja í gjárkvøldið, men tað tóktist ikki sum um, at hann verður tøkur seinnapartin í morgin. Dánial Pauli Højgaard var avloysari á høgra vongverja, og hann verður ivaleyst biðin aftur.
Á Skála sá vongspælarin í høgru, Kristian Anton Andreasen, gult fyri fimtu ferð. Tí er hann leikbannaður í morgin. Allir hinir B68 spælararnir eru tøkir. Teir eru fullir í sjálvsáliti, og tað er einki at ivast í, at Bill Jacobsen fer at duga væl at seta teir upp ímóti sínum gomlu bygdarmonnum.
Í Klaksvík hjálpti tað ikki sørt upp á fótbóltslagið, at tað síðsta sunnudagt á heimavølli eydnaðist at vinna á B71. KÍ er tó framvegis í vanda fyri at flyta niður, og tað kann roknast við, at ein partur av eldhugaðu áskoðarafjøldini, sum sunnudagin royndi at bera og stuðla, verður á Svangaskarði í morgin. Eisini tí at tað er tunnilsdagur.
Jan Andreasen var ivasamur undan B71 dystinum. Hann spældi við, og hann skoraði sigursmálið. Jan er framvegis ivasamur, men tað verður roknað við, at hann aftur hesa ferð verður ímillum teir fyrstu ellivu. Rógvi Jacobsen og Rodrigo eru framvegis ivasamir, og teir vera í hvussu so er ikki við frá fyrsta bríksli. Tað verður miðverjin Milic Curcic, sum var leikbannaður síðsta sunnudag.
Tá ið KÍ fyrr í ár vitjaði á Svangaskarði, var úrslitið 1-1.