Póllendingarnir eru góðir at arbeiða saman við

- Men eg haldi, tað merkist, at póllendingarnir sigla undir aðrari skipan enn vit ? og tjena minni. Eg havi skilt, at teir mynstra eftir einum sáttmála, sum gevur teimum fasta løn fyri tíðina, teir eru umborð. Men bróta teir vakt, fáa teir eyka fyri tað, sigur ungi fiskimaðurin, Rói Absalonsen av Viðareiði, sum siglir við Sjúrðarbergi.

Fiskivinna

Síðsta leygardag kom frystitrolarin, Sjúrðarberg hjá JFK Troli, aftur av svalbardsleiðini.
Í fyrru helvt av túrinum fiskaðu teir undir pólskum flaggi og av pólskari kvotu. Veiðan undir pólskum flaggi var 185 tons, og sløk 300 tons vórðu síðan fiskað undir føroyskum flaggi. Nú teir komu heimaftur, høvdu teir 370 tons av avhøvdaðum og frystum toski.
Mett verður, at hesin túrurin gevur ein manningarpart uppá umleið 100.000 krónur, um sølan av fiskinum, sum verður lagdur upp í Klaksvík, gongur sum væntað.
Rói Absalonsen av Viðareiði taldist millum teir yngru menninar á hesum túrinum.
Hann er 18 ára gamalur og hevur verið við Sjúrðarbergi, síðan hann varð liðugur við reyðfiskaroyndina á Klaksvíkar Sjómansskúla til jólar ár 2000.
Meðan Sjúrðarberg fiskaði av pólskari kvotu hendan túrin, vóru tveir póllendingar
umborð, formellur skipari og maskinmeistari. Men túrin frammanundan, tá ið trolarin burtur av fiskaði av pólskari kvotu og fekk 490 tons í hálvan triðja mánaða, vóru 8 póllendingar við.
Spurdur, hvussu flaggskiftið gekk fyri seg hendan túrin, sigur Rói, at teir vóru inni í Tromsø í Noregi og avgreiddu hesi viðurskifti.
- Meðan vit fiskaðu av pólskari kvotu, kallaðist skipið Patricia 10, men so skjótt vit aftur vóru undir føroyskum flaggi, var navnið aftur Sjúrðarberg, sigur hann.


Stak fittir menn

Sosialurin spurdi Róa, hvussu tað er at fáa fleiri fremmandar menn umborð, sum eru av einum heilt øðrum nationaliteti enn føroyingar.
- Eg haldi, at tað riggar fínt, og póllendingarnir fella væl til umborð. Av átta
monnum á næstsíðsta túri, sum vóru millum 28 og stívliga 60 ár, dugdu bara einir tveir, skipari og maskinmeistarin, væl enskt. Hinir tosaðu okkurt bronglað mál, og tá ið tú so sjálvur ikki er ov stinnur í enskum, ber ikki so væl til at samskifta um leyst og fast, sigur ungi fiskimaðurin.
Rói himprast ikki við at siga, at póllendingarnir eru av fittastu monnum.
- Sum eg havi skilt, hava fleiri av monnunum verið við størri skipum enn
Sjúrðabergi og eru tí kanska meira royndir á eini verksmiðju enn á dekkinum ella við kryvjipavnin. Her eru teir ikki so kønir, men teir eru næmir og læra skjótt.
Hann sigur, at á túrinum undan hesum, vóru einir tveir póllendingar, sum dugdu
hampiliga væl at bøta. Teir vóru á hvør síni vakt, so tað riggaði bara væl.
Spurdur, um nakrir av teimum 8 kendust, áðrenn teir komu umborð á Sjúrðarberg, sigur Rói seg halda, at onkrir høvdu verið saman áður, men sum heild kendust teir ikki.


Fáa fasta løn

Sum skilst, sigla póllendingarnir ikki undir somu skipan sum føroysku fiskimenninir, ið sigla undir føroyskum treytum.
- Eg haldi, tað merkist, at póllendingarnir tjena minni enn vit. Eg havi skilt, at teir mynstra eftir einum sáttmála, sum gevur teimum fasta løn fyri tíðina, teir eru umborð. Men bróta teir vakt, fáa teir eyka fyri tað.
Rói heldur, at fasta hýran hjá póllendingunum ein slíkan túr liggur um einar 13.000 krónur um mánaðin.
- Jú, tað merkist eitt sindur viðhvørt, at teir sigla undir øðrum treytum enn vit. Teir eru ikki altíð líka ágrýtnir og hava ikki altíð sama áhuga, sum vit, at fáa mest møguligt í lastina.
Ungi fiskimaðurin heldur tó einki løgið vera í hesum, tí sigldu føroyingar undir somu treytum sum póllendingarnir, hevði hugurin neyvan heldur altíð verið so góður, sum hann er.
- Tað merkir jú nakað fyri okkum, sum sigla fyri manningarpart, at fiskurin verður væl hagreiddur og at mest møguligt kemur í lastina, vísir Rói á.
Um hendan túrin annars, sigur Rói, at meginparturin av fiskinum fór í 20 kg. blokkar ? bert tann størsti fiskurin fór í 40 kg. blokkar.
- Hetta er tó ikki tí, at fiskurin var so smáur, men tað er bara tann heilt stóri toskurin, sum fer í 40 kg. blokkar.


Hevur roynt eitt
sindur av hvørjum

Hóast Rói bert er 18 ára gamalur, og hóast hann hevur gingið eitt hálvt ár á sjómansskúla, hevur hann kortini roynt eitt sindur av hvørjum á sjónum.
Hann var ikki meira enn 14 ára gamal, tá ið pápin, Sjúrður, tók hann við sær umborð á Christian í Grótinum. Seinni var hann eisini í starvsvenjing umborð á sama skipi.
Í fjør summar, meðan hann var heima í summarfrí av Sjúrðarbergi, loysti Rói av umborð á Christiani í Grótinum, og áðrenn hann fór á sjómansskúla, var hann eisini umborð á garnaskipinum, Ågot.
Men Rói hevur ikki bara fiskað; hann hevur eisini verið umborð á einum enskum seglbáti einar 10 dagar. Hetta var um jóansøkutíð síðsta ár.
- Klaksvíkar Sjómansskúli ringdi til mín, tí oljufelagið, BP, hevði bjóðað teimum at senda ein ungan mann við einum seglbáti ? og eg var júst liðugur á skúlanum til jólar árið fyri. Eg tók av, og tað angri eg ikki.
Rói sigur, at seglbáturin var einar 20 metrar langur. 18 fólk vóru umborð, bæði ungir menn og ungar kvinnur.
- Vit fóru úr Skotlandi, sigldu upp til Føroyar, niður til Hetlands og aftur til Skotlands. Eg var einsamallur føroyingur umborð, hinir vóru skotar og onkur onglendingur. Hetta var ein frálíkur og serstakliga læruríkur túrur, sum eg ongantíð fari at angra. Vit gingu vakt, stýrdu og heysaðu segl ? alt í felagsskapi við hini, sum við vóru. Her lærdi tú at arbeiða í felagsskapi við onnur, tí í flestu førum vóru vit fleiri um hvørja uppgávu.


Blíð og vinarlig

Rói sigur, at kemur onkrum ungdómi eitt slíkt tilboð at standa í boði, eigur viðkomandi ikki at ivast, men taka av.
- Fólkini, sum við vóru, vóru øll so serstakliga blíð og vinarlig. Fyri meg var hetta eitt upplivilsi fyri lívið, sigur Rói Absalonsen.
Ungi fiskimaðurin heldur nú summarfrí; hann fer ikki við aftur Sjúrðarbergi komandi túr, sum verður frítúrur hjá honum.