Póllendingarnir byrjaðir á Skála

Fleiri menn, sum tosa á fremmanda máli, ganga í hesum døgum runt á Skipasmiðjuni á Skála. Talan er um teir póllendingarnar, sum skulu gera sveisaraarbeiðið til smíðingina av nýggja skipinum hjá p/f Thor. Yvirmaðurin hjá póllendingunum er væl nøgdur við umstøðurnar

Skipasmíð er aftur í hásætinum á Skála. Hósdagin var móttøka á Skála í samband við, at teir byrjaðu at skera. Mánadagin komu 25 póllendingar til landið. Teir eru nú byrjaðir at arbeiða á Skipasmiðjuni á Skála.
Tað eru sveisarar, sum eru komnir til landið. Teir skulu arbeiða 12 tímar um dagin og búgva á einum hotellskipi, sum liggur við kei á Skipasmiðjuni. Teir verða í Føroyum í 4 vikur og fara síðani heim til jólar. Aftaná nýggjár koma 50 póllendingar til Føroyar, og teir skulu arbeiða í tveimum vaktum.

Byrjan komin á
Tað var nógv virksemi í byggihøllini á Skála, tá ið blaðmaðurin og myndamaðurin hjá Sosialinum komu framvið. Tað vóru fleiri menn inni í byggihøllini enn tað hevur verið í langa tíð. Póllendingarnir arbeiddu hart, meðan arbeiðsformaðurin gekk runt og kannaði arbeiðið. Teir síggja út til at vera raskir menn, sum vita hvat teir gera.
Ein rúgva av plátum lógu spjaddar runt. Sveisararnir slípaðu ymsar plátur til, og ein krani lyfti eina stóra plátu upp.
Hetta er soleiðis eitt skip verður bygt. Tað hevur tó als ikki fingið skapilsi av einum skipi enn. Havast skal tó eisini í huga, at póllendingarnir einans høvdu arbeitt í nakrar fáar tímar tá.
Vit hitta Valdimir, sum er ein av ovastunum í pólsku skipasmiðjuni, sum hevur leigað menninar út til Skála Skipasmiðju. Hann er blíður og fyrikomandi.
- Vit eru væl nøgdir. Vit eru komnir væl í gongd við arbeiðið. Vit hava fingið tilfar, og arbeiðsumstøðurnar eru sera góðar, sigur hann.

Sparka í frítíðini
Póllendingarnir fara ikki at hava nógva frítíð, men teir ætla sær tó at sparka á vøllinum av og á.
- Arbeiðsfólkini arbeiða 12 tímar um dagin. Teir búgva umborð á hotellskipinum "Explorer". Tað er sjónvarp í einum kamari, so har fara teir helst at sita aftaná arbeiðstíð. Eg havi eisini keypt ein bólt, so at teir kunnu fara niðan á vøllin av og á, sigur Valdimir.
Teir hugsa ikki nógv um, at teir eru burtur frá heimlandinum í so langa tíð.
- Nú eru teir her einans í fýra vikur, og so sleppa teir heim til jóla. Tað er eingin trupulleiki. Síðani koma enn fleiri menn til Føroya aftaná nýggjár, og tá steðga teir longri, sigur Valdimir.
Eftir ætlan skal hjálpar- og veitingarskipið, sum Skipasmiðjan smíðar fyri p/f Thor í Hósvík, vera liðugt á heysti næsta ár. Ætlanin hjá stjórunum í Skipasmiðjuni er tá at hava fingið eina aðra avtalu um at smíða eitt nýtt skip. Teir hava sáttmála við póllendingarnir í 4 ár, og teir ætla at nýta hesa tíðina væl, so tað skal helst ikki koma stígur í skipasmíðingina.
Tað er eingin loyna, at teir á Skipasmiðjuni vóna, at hetta kann vera startskotið til eina nýggja tíð, har ið skipasmíð aftur verður eitt eyðkenni fyri føroyingar.