Páll: Vit áttu brotsspark tá tað var 1-0

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá KÍ er harmur um vánaliga avrikið, men heldur teir áttu brotsspark, tá støðan var 1-0

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Páll A. Klettskarð, liðskipara hjá KÍ aftaná KÍ hevði tapt 1-3 ímóti AB á Argjum í dag.

 

Liðskiparin hjá KÍ staðfestir, at teirra avrik var ikki gott í dag, og hann heldur, at AB fekk trý løtt mál teir fyrstu 24 minuttirnar. Páll A. Klettskarð staðfestir eisini, at tað vóru fleiri ting, sum ikki fungeraðu hjá KÍ í dag.

 

Tó heldur hann avgjørt, at KÍ átti brotsspark, tá Jóannes Bjartalíð var feldur við støðuna 1-0 til AB. Páll A. Klettskarð er alvísur í, at hevði KÍ fingið brotsspark, og hevði javnað til 1-1, so hevði dysturin laga seg munandi øðrvísi enn hann gjørdi.