Tað minti ikki so lítið um fyrra dystin í Gundadali í dag, tá ið Undrið í kvøld hevði vitjan av KÍ í fyra umfari í steypakappingini. Í fyrra dystinum vann B36 6-0 á B71, sum fyrra partin av fyrra hálvleiki megnaði at halda tørn.
Í kvøld megnaði Undrið at halda tørn, inntil í 28. minutti. Serliga var tað Páll A. Klettskarð, sum í landsdystinum í Andorra var fremsti maður, ið gjørdi um seg.
Í 28. minutti setti Páll hol á við stútara, eftir at Albert Adu hevði staðið fyri uppspælinum. Undan steðginum økti sami maður til 2-0. Beinanvegin eftir steðgin økti Páll A. Klettskarð við høvdinum um munin til 3-0 eftir trunkaspæl, og seytjan minuttir undan leikloki var Páll A. Klettskarð aftur upp á spæl og skoraði til 4-0, og harvið var hann ferfaldur málskjútti.