Hjálpartól
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, setti herfyri Páll á Reynatúgvu nakrar fyrispurningar um Hjálpartólamiðstøðina.
Í fyrsta lagi spurdi Kári, hvussu langa bíðitíð, ein brúkari skal rokna við, um hann hevur tørv á einum hjálpitóli, t.d. eini el-song. Er tað rætt, at bíðitíðin í summum førum kann vera meira enn eitt ár?
Raðfestingar
Í svarinum, sum Páll fer at geva Kára, sigur hann, at Hjálpartólamiðstøðin raðfestir umsóknir í bráðmál, snarmál og vanlig mál ? alt eftir, hvussu langa tíð, umsóknirnar taka at avgreiða.
- Ein umsókn um eina el-song, er at meta sum eitt snarmál, og hesi eiga at verða avgreidd í seinasta lagi 10 dagar eftir skráseting.
Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at bráðmál eiga at verða avgreidd 2 dagar eftir skráseting.
- Restin er vanlig mál, og hesi kunnu taka frá 10 døgum og uppí eitt ár ella meira,
men hetta er tíbetur bert í fáum førum, sigur hann.
Fleiri løtt mál
Í øðrum lagi vísti Kári á, at á fíggjarlógini fyri 2001/2002 varð ein góð miljón játtað aftrat til at økja starvsfólkatalið á Hjálpartólamiðstøðini. Í hesum sambandi spurdi hann, um bíðitíðin eftir hjálpitólum er stytt munandi av hesi orsøk.
Her vísir Páll á Reynatúgvu í sínum svari á, at hálvt fjórða fólk er sett í fulltíðarstarv aftrat í ár.
- Bíðitíðin er stytt munandi í mun til 2001. Um hetta er tí, at fleiri fólk eru sett í
starv, er ilt at meta um. Hjálpartólamiðstøðin metir, at ein orsøk til styttu avgreiðslutíðina er, at fleiri løtt mál verða avgreidd nú enn áður, meðan tey tungu málini møguliga fáa loyvi at liggja longri enn gott er, sigur Páll á Reynatúgvu.
Í blaðnum í morgin venda vit aftur til spurning og svar, 3. og 4.