Páll á Reynatúgvu á ting

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevur biðið um farloyvi næstu dagarnar, og tí skal næsti maður á listanum hjá Tjóðveldi á ting.

Tórbjørn Jacobsen, sum umframt at vera løgtingsmaður fyri Tjóðveldi eisini er havnarfúti í Runavíkar Havn er í hesum døgum í arbeiðsørindum í Cannes í Fraklandi. Tí hevur hann biðið um farloyvi frá løgtingsarbeiðinum næstu dagarnar.

Í brævi til løgtingsformannin vísir Tórbjørn Jacobsen á, at fyrsti varamaður hansara er Páll á Reynatúgvu og næsti Heidi Petersen.

Sambært heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu, so er Runavíkar Havn einasta føroyska havn, sum er umboðað á árligu evropisku cruise-ráðstevnuni, meðan íslendingar og grønlendingar eru væl umboðaðir.

Tórbjørn Jacobsen sigur í brævinum til tingformannin, at hann biður um farloyvi frá tingfundinum í morgin at rokna, og at hann sigur frá í góðari tíð, áðrenn farloyvið endar.