Erling Jacobsen spældi dystin á tamb í aftastu ketuni á liðnum, meðan Páll Klettskarð var í fremstu røð til tað restaðu tíggju minuttir og hann varð tikin út.
Dysturin á heimavølli móti LFA endaði við teprum 1-0 sigri. Heimasíðan hjá Vanløse skrivar, at Erling Jacobsen fyri einaferð skyld tóktist ikki heilt so tryggur, men teir leggja so aftrat, at Erling Jacobsen nústaðni er við at koma seg eftir at hava verið skaddur.
Vanløse liggur nummar níggju í deildini, men hevur einans trý stig upp til sætta plássið, nú tað resta fýra umfør í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.