TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Páll Klettskarð, ið saman við liðfeløgunum tapti 0-1 ímóti Skála á útivølli.
- Tað er farið, sigur Páll Klettskarð og sipar til FM-stríðið. KÍ kann halda HB frá at vinna FM norðuri í Klaksvík komandi sunnudag, men Páll Klettskarð staðfestir, at tað er alt ov nógv stig á muni til, at nakar sum helst ivamál kann verða um, at HB vinnur FM í ár.
Páll Klettskarð er vónbrotin um tapið ímóti Skála í dag, men hann heldur, at leikliga stóð KÍ seg væl, men KÍ dugdi bara ikki at taka av málmøguleikunum í dag.
Frásøgnin Hilmar Jan Hansen hevði av sigursmálinum hjá KÍ, og samrøðan Hilmar Jan hevði við sigursmálskjúttan, Teitur R. Joensen hoyrast HER