Páll Finnur Páll við nýggjum lagi

Tað er eftirhondini nakað síðani, at Páll Finnur Páll hava latið nakað úr hondum, men nú eru fúlu menninir aftur til reiðar við einum lagi.

Teir seks limirnir í Páll Finnur Páll fóru herfyri í summarhús á Sandi at upptaka tvey nýggj løg, og annað teirra, "Nær kemur tú heim", kom út í dag.

Gestasangari á báðum løgum er Dania Oddmarsdóttir Tausen, og Theodor Kapnas hevur miksað.

<iframe width="916" height="515" src="https://www.youtube.com/embed/kE_yM44L9-U" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>