Páll Finnur Páll hava í dag givið spildurnýtt staklag út. Lagið ber heitið "Tað allarbesta", og er tað triðja lagið, teir hava givið út í ár.
Bólkurin hevur verið í upptøkuhølunum, og teir hava upptikið nýggja lagið í Studio Bloch í Havn. Tað eru bert fáar vikur síðani, at Páll Finnur Páll seinast góvu nýtt tilfar út. Hini bæði stakløgini, sum vit hava hoyrt frá Páll Finnur Páll í ár, eru Hyde og Trettan.
Limirnir í Páll Finnur Páll eru Páll Oddur Rubeksen, Finnur Koba, Páll G. Hammer, Høgni Fagraberg, Ísak Sambleben og Halgir W. Arge
Hoyr "Tað allarbesta" við at trýsta á pílin á myndini omanfyri.