Páll Finnur Páll á SummarFestivalin

Ársins føroyski tónleikabólkur fer at spæla á Summar Festivalinum í august. Teir eru nakað heilt serligt í føroyskum tónleiki ? Páll Finnur Páll. Bólkurin við teimum stuttligu og argandi tekstunum hevur seinasta árið ment seg til at verða ein av bestu live-bólkum í landinum ? og teirra framførslur eru sum ein dansur í sauna.

 

Páll Finnur Páll hava nú fleiri ár á baki. Teir komu við fyrstu útgávuni í 2003, og síðani hava teir givið fleiri fløgur út. Í summar kom fløgupakkin Du Ved, At Gjørt Er Gjørt, har allar tríggjar studiofløgurnar umframt ein framúr góð live-fløga eru í sama húsa. Hendan fløgan mundi verða millum best seljandi fløgurnar í Føroyum í fjør, og ikki minst sangirnir á live-fløguni hava verið nógv at hoyrt í føroyskum útvarpi.

 

Páll Finnur Páll vóru á Planet Awards 2009 heiðraðir sum ársins tónleikabólkur í Føroyum.

 

Á palli eru Páll Finnur Páll bara blivnir betur og betur. Teir hava í fleiri ár spælt á Summar Festivalinum, og í fjør var ein av minniligastu framførslunum á festivalinum júst løtan við Páll Finnur Páll í Flags-tjaldinum. Men samstundis sum Summar Festivalurin kunnger Páll Finnur Páll á ársins festivali, er tað greitt, at bólkurin fer at spæla náttarkonsert á stóra palli á Vágsbøi í ár.