Vælumtókti live-bólkurin við teimum stóru hittunum spælir á Summar Festivalinum í august.
Páll Finnur Páll hevur seinnu árini gjørt vart við seg sum ein av bestu live-bólkunum í Føroyum. Teirra fløguútgávur hava skapt grundarlag fyri framførslum, sum eru nakað heilt serligt.
Teir hava givið fýra studiofløgur og ein fløgupakka við live-fløgu út. Stóru hittini sum Forelskaður Sjónleikari, Herbergið, Fari Mín Egna Veg, Grannin, Mín Russiski Vinur og fleiri eru sum gjørdir til stórar konsertir - og á Summar Festivalinum er umstøðurnar fullkomnar til lívligar konsertir
við nógvum áhoyrarum.
Páll Finnur Páll spælir aftur á Summar Festivalinum í august.