Teir spæla sjáldan, men komandi vikuskiftið kunnu teir upplivast tvey kvøld á rað. Fúlu menninir í Páll Finnur Páll koma hetta vikuskiftið heim at spæla fyri føroyingum. Um páskir eru allir limirnir í Páll Finnur Páll aftur savnaðir í Føroyum, og tað skal feirast við tveimum konsertum í Rex í Havn.
Tann fyrra verður fríggjakvøldið. Tá verður aldursmarkið 18 ár, so tey yngru eisini sleppa at hoyra Páll Finnur Páll, sum gjørdist ársins bólkur á Planet Awards fyrr í ár.
Seinna konsertin, sum er leygarkvøldið, er fyri tey, sum eru 25 ár og eldri.
Hóast fleiri av limunum í bólkinum eru staddir uttanlands, var Páll Finnur Páll rættiliga virkin í fjør. Bólkurin spældi á bæði Jóansøkufestivalinum, Summarfestivalinum, Asfalt og Futt í Býnum. Síðstnevnda konsertin varð upptikin og er komin út sum fløga í Páll Finnur Páll-pakkanum, sum varð givin út á jólum.