Páll Finnur Páll gera innrás í Keypmannahavn

Leygarkvøldið hýsir Norðuratlantsbryggjan í Keypmannahavn eini føroyaveitslu við livandi tónleiki frá Páll Finnur Páll

 

Seinastu árini hevur verið fastur táttur, at limirnir í Páll Finnur Páll leggja ljóðføri og forsterkarar á viðførisbandið við skrankin í Vága Floghavn og lata seg flúgva til Keypmannahavn at undirhalda mongu útisetunum.

 

Í heyst er einki undantak.

 

Hesaferð verður Norðuratlantsbryggjan á Christianshavn karmur um konsertina, sum byrjar á klokkan 23 og heldur fram til ljósan morgun.

 

Hesaferð hevur bólkurin okkurt eyka við í hondviðførinum. Á jólum gav bólkurin fløguna Kom Við Mær út - og væntandi verða nøkur teirra tikin við í skránni, sum frammanundan er fylt við góðum gomlum veitsluslagarum, so sum Grannin, Forelskaður Sjónleikari, Herbergið, Eg, Maðurin og Lívið og Fari Mín Egna Veg.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.