Páll fegnast um at raka málið aftur

(Rás2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Páll Klettskarð, ið skoraði tvey mál fyri KÍ ímóti Víkingi

KÍ hevur meldað seg innaftur í oddastríðið við einum trivaligum 3-0 sigri á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Hørður Askham legði KÍ á odda 1-0 tá ein hálvur tími var farin av dystinum. Páll Klettskarð økti til 2-0, tá hann fyri fyrstu ferð síðani 1. umfar skoraði fyri KÍ í betrideildini. Málið kom tá 35 minuttir vóru farnir.

 

Tá 59 minuttir vóru farnir punkteraði Páll Klettskarð dystin við at økja til 3-0. Páll Klettskarð var eisini sera fegin um at verða komin í gongd aftur við málskjótingina, tá Hilmar Jan Hansen prátaði við hann aftaná dystin.

 

Páll Klettskarð heldur, at tað KÍ spælir sum í dag, so er tað torført hjá nøkrum liði at standa teimum kurl.

 

- Vit domineraðu yvir alla linjuni, staðfestir Páll Klettskarð.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Páll Klettskarð aftaná dystin í Sarpugerði í Norðragøtu sum KÍ vann 3-0. 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við nýggja høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen hoyrist HER

 

Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2 av teimum trimum málunum hjá KÍ hoyrast HER