Páll Fangi tók alt

6-mannafør menn: Gongurólvur royndi at hanga í, men í endaspurtinum vunnu klaksvíkingar í stórum stíli

Tað gekk, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar. Páll Fangi vann á ólavsøku, og harvið hevur 6-mannafarið úr Klaksvík vunnið FM fullari úrtøku.

Gongurólvur royndi at hanga í, og tað eydnaðist fyrra partin av teininum og kanska eitt sindur meiri enn tað. Men so vístu teir á Páll Fanga, hví teir hava vunnið alt fyrr í summar.

Páll Fangi vann seg meiri enn eina heila bátslongd framum og vísti fram ímóti málinum seg sum verdugan vinnara – bæði í ólavsøkuróðinum og í FM kappingini.

 

1 Páll Fangi 4.39.23

2 Gongurólvur 4.42.10

3 Rádni 4.43.26

4 Sundabáturin 4.49.11

5 Hósvíkingur 4.53.47

6 Lómur 4.55.21

 

FM

1 Páll Fangi 49

2 Gongurólvur 34

3 Rádni 32

4 Lómur 22

5 Sølmundur 10

6 Hósvíkingur 7