Tað prutlar ikki soleiðis í kappróðrinum í Klaksvík, sum tað gjørdi tað í fjør, tá ið Klaksvíkingur og aðrir bátar settu dám á. Menninir á Páll Fanga hanga í, og teir verja væl og virðiliga æruna hjá klaksvíkingum í kappróðrinum.
Annar sigurin á rað ber í sær, at Páll Fangi er favorittur at vinna FM. Ikki minst tá ið teir næstu hesa ferð ikki komu á mál í somu røð, sum teir gjørdu tað á Norðoyastevnu.
Á Norðaoyastevnu vóru tað Tvørabáturin og Riddarin, sum vóru fremstu avbjóðararnir . Hesa ferð var tað Smyril úr Vági, sum var drúgvasti kappingarneytin. Smyril legði bæði Tvørabátin og Riddaran aftur um seg, men Smyril megnaði ikki at taka Páll Fanga, sum var sannførandi í endaspurtinum.
Páll Fangi vann við einum sekundi á Smyrli. Á Norðoyastevnu vann Páll Fangi á Smyrli við trettan sekundum. Eftir einari viku kliptu vágbingar leygardagin tólv sekund av fjarstøðuni millum teir og klaksvíkingar, og leygardagin fæst á Skálafjørðinum at síggja, hvussu tað fer at laga seg, tá ið tvær vikur eru farnar síðani Norðoyastevnuna.
Í Hvalvík kiksaði tað í endaspurtinum hjá Tvørabátinum, sum ivaleyst eigur meiri í sær, enn hann vísti hesa ferð.
Úrslit
1 Páll Fangi 07:45.02
2 Smyril 07:46.15
3 Tvørabáturin 07:48.24
4 Riddarin 07:50.01
5 Skúgvur 07:58.05
6 Strálan 07:58.12
7 Lómur 08:06.13
8 Hósvíkingur 08:11.24
9 Jarnbardur 08:19.24
10 Herningur 08:24.01
Støðan
1 Páll Fangi 14
2 Tvørabáturin 11
3 Smyril 10
4 Riddarin 9
5 Strálan 5
6 Skúgvur 5
7 Hósvíkingur 1
8 Lómur 1
9 Gongurólvur 0
10 Jarnbardur 0
11 Herningur 0