Pílagrímsferð til Hollands

Tann dagin Sámal fær H.H. prógvið handað, setur hann seg eisini í flúgvaran vesturi Vágum. Túrurin gongur til Hollands, har EM fótbóltur er á skránni

Fróði Løkságarð


Føroyingar bera orð fyri at vera svakliga áhugaðir í fótbólti, hetta sást best hvørt vikuskifti í summarhálvuni, tá liðini í fyrstu deild dystast. Tá fer maður av húsi til fótbóltsdyst, og ikki er óvanligt at fylgt verður við yndisfelagnum til útidystirnar eisini.

Fyri tey meinast raktu, er føroyskur fótbóltur ikki nokk. Umframt at fara til landskappingardystirnar og landsdystirir her heima, og enntá eisini onkran av dystunum føroyska landsliðið spælir uttanlands, so hendur tað seg at nøkur av hesum fólkunum, eisini fara út at ferðast, fyri at síggja okkurt av teimum stóru Evropeisku liðunum leika.

Í Hesum døgum eru Holland og Belgia vertir fyri endapælinum í EM kappinini í fótbólti. Sekstan lond hava tryggjað sær atgongd til endaspælið, sum í løtini er uppá tað hægsta. Næstu vikurnar hava tey fótbóltsáhugaðu nógva at gleða seg til.

Ein av fótbóltsglaðu føroyingunum er Sámal Mikkelsen. Hann gongur í løtuni til endaliga próvtøku á handilsskúlanum á Kambsdali, har hann um nakrar dagar fær H.H. prógvið handað.

Sámal hevur í nógv ár havt sera stóran áhuga fyri fótbólti, og umframt at hava fylgt væl við í tí heimligu kappingini, so hevur hann eisini havt eitt vakið eyga við ensku Premier League, har serliga Manchester United hevur hansara áhuga.

Sámal fer so skjótt próvtøkan er fingin frá hondum til Hollands at hyggja eftir fótbólti. Hetta er ikki fyrsti túrurin hjá Sámal uttanlands at hyggja eftir fótbólti.

-Eg var saman við nøkrum vinmonnum til heimsmeistarkappingina í Fraklandi í 1998, og tað var eitt ótrúligt upplivilsi. Tá var meiningin at eg og Stefan (vinmaður hjá Sámal, sum skal við til Hollands - blaðm.) skuldu fara, men tað bleiv av ongum, og í staðin blivu tað aðrir, sum eg fór í ferðalag við.

- Nú, tá EM stóð fyri durum, tosaðu vit saman aftur, og avgjørdu at venda okkum til F.S.F. fyri at vita um teir høvdu nøkur atgongumerkji at selja okkum. Vit vera báðir lidnir við skúlan nú, so vit hildu tað vera ein passandi enda á skúlaárinum.

F.S.F. hevði tey neyðugu atgongumerkini, og fríggjadagin tann 23. Juni seta Sámal og Stefan seg í flúgvaran, sum skal føra teir niður til Danmarkar, áðrenn flogið verður víðari til Holland, har býirnir, Rotterdam og Amsterdam, verða karmur um teir tríggjar dystirnar teir hava ognað sær atgongumerki til. Talan er um eina fjórðingsfinalu, aðra semifinaluna og sjálva finaluna.



-Vit høvdu teir somu dystirnar tá vit vóru í Fraklandi, so eg havi avgjørt hug at royna tað umaftur. Tað er eitt heilt serligt upplivilsi at vera til ein slíkan dyst. Stemningurin á stadion er ótrúligur, og má fyri einn hvønn prís upplivast.

Sámal hevur ein serligan tokka til enskan fótbólt, og vónar hann tískil at síggja Ongland í finaluni, men eftir at hava sæð dystin millum Ongland og Portugal, ljóðar hann eitt sindur ivandi um hetta verður til nakað.

-Dreymafinalan hevði verið millum Ongland og Holland, sum mær eisini dámar at hyggja eftir. Stóri áhugin fyri Onglandi kemur nokk av at eg alla mína tíð, havi sæð enskan fótbólt í sjónvarpinum. Skal eg vera erligur so má eg viðganga at Ongland í hesi kappingini ikki spælir tann besta fótbóltin. Tak bara dystin móti Portugal, har spældu portugisararnir nógv betur. Tað er bara okkurt serligt við Onglandi sum eg ikki dugi at forklára.

Sámal setur stórar vónir til henda túrin. Hesar vónir byggir hann á góðu royndirnar av túrinum hann og vinmennirnir høvdu til Fraklands í 1998.

-Á einum tílíkum túri møtir tú einari rúgvu av spennandi fólkum, sum øll hava ein brennandi áhuga fyri fótbólti, umframt at tú eisini sært nakrar ógloymandi dystir, sigur Sámal víðari.

Tað bleiv eisini til onkra skemtiliga hending á túrinum til HM . Sámal greiðir frá at tá teir vóru í Fraklandi til finaluna í 1998, høvdu teir keypt sær franskar troyggir, og høvdu málað seg sum hini fronsku viðahaldsfólkini. Uttan fyri ítrottarvøllin var ein hópur av tíðindafólkum, úr øllum heiminum, sum gjørdu samrøður við viðhaldsfólk.

-Ein journalistur frá einari japanskari sjónvarpsstøð kom yvir til okkara og spurgdi um onkur av okkum ikki dugdi eitt sindur av enskum. Vit hildu at vit kundu gera eina roynd, og tískil endaðu vit í japonskum sjónvarpi, ílætnir sum franskmenn. Eg haldi ikki at journalisturin nakrantíð fangaði, at vit vóru rættuliga langt frá at vera franskmenn.

Stendur tað til Sámal sjálvan, so verður hetta ikki seinasta pílagarímsferðin hjá honum, sum hann nevnir hesar fótbóltsferðirnar.

-Dreymurin er eisini ein dag at kunna seta seg á Old Trafford at hyggja eftir Manchester United, men tað liggur longur frammi í tíðini, sigur Sámal at enda.

Yngd ynskir Sámal og Stefan og annars øllum føroyingum sum leita sær til Hollands at hyggja eftir fótbólti, eina góða ferð.;ka mikið hvar tú fert, og hvønn ferðahátt tú velur, so er tað bara tú sjálvur, sum avgerð hvussu ferðin skal hepnast. Tað ræður um at duga at fáa sum mest burturúr, og at møta teimum avbjóðingum tú møtir við opnum sinni. Upplivngarnar koma ikki eftir tær, tú mást sjálvur út at finna tær ? Góða ferð!