– Pál verður Evropameistari

Hjá Jón Bjarnasyni er lítil ivi. Í desembur verður Pál Joensen Evropameistari á 1500 metrum. – Pál skal svimja nógv skjótari, enn hann ger nú, og eg dugi ikki at síggja italienaran gera tað við teknikkinum, hann hevur, sigur Jón Bjarnason

Í dag koma Pál Joensen og Jón Bjarnason aftur til Føroyar eftir at hava verið til tríggjar kappingar í Evropa seinastu góðu vikuna.

Tað hevur gingið væl hjá Páli, og Jón Bjarnason er sannførdur um, at tað fer at gangast Páli enn betri til komandi avbjóðingina: Evropameistarakapping í desembur.

Higartil hevur italiumaðurin, Federico Colbertaldo verið skjótari enn Pál, men Jón Bjarnason er sannførdur um, at Pál fer at verða skjótari maðurin.

– Pál skal svimja nógv skjótari enn hann ger nú, og eg dugi ikki at síggja italienaran gera tað, við teknikkinum hann hevur, sigur Jón Bjarnason.


Millum heimsins bestu

Og tað er ikki bara hetta, sum gevur Jón Bjarnason góðar vónir.

– World Cup hevur koyrt í nøkur ár, og tað eru bara tveir í heiminum, sum hava svomið skjótari enn Pál óniðurtrappaðir, og tað eru tann, sum hevur Heimsmetið og tann sum hevur Evropametið, so mann byrjar at vera við, har sum tað er ordiliga stuttligt, heldur Jón Bjarnason.


Altíð stuttligt

Hóast tað ikki gekk so væl hjá Páli, tá hann luttók í Heimsmeistarakappingini í Rom, so heldur Jón Bjarnason, at tað ikki er stórur munur á at vera venjari hjá Páli, tá tað gongur væl og illa.

– Tað er altíð stuttligt at hava ein svimjarar, ella eitt ítróttarfólk, sum er so seriøst, sum hann er, sigur Jón Bjarnason.


Størri enn Todi

Aðrastaðni á hesi opnu sigur Petur Heðin á Fløtti, sum er landsliðsvenjari í svimjing saman við Jóni, at Todi Jónsson enn er fremsta ítróttarfólkið í Føroyum nakrantíð, men hesum er Jón Bjarnason ikki heilt samdur í.

– Tað er ein grund til, at Todi ikki kom longri enn til superliguna. Eg haldi at hatta ikki kann samanlíknast. Tað eru tveir, sum nakrantíð hava svomið skjótari enn Pál, so er tað bara ein spurningur um tíð, so er hann tann besti, sum nakrantíð hevur verið, heldur Jón Bjarnason.