Pál á veg til USA at verja Europa

Eftir EM kappingina, sum í hesi vikuni verður í Pólandi, fara Pál Joensen og Jón Bjarnason saman við bestu svimjarunum í Europa yvir til USA at kappast ímóti teimum bestu har yviri

Í sær sjálvum átti tað at verið stór­hending, at ein føroyskur svimjari hevur kvalifiserað seg til EM kapp­ingina í svimjing, sum í hesi vikuni verður í Pólandi. Tað er ógvuliga stórt, men nú er tað mest sum vorð­ið gerandis, at Pál Joensen luttekur í kapp­ingum saman við teimum bestu í heiminum.
Stóra málið hjá vágbinginum og føroysku heimsstjørnuni næsta árið eru olympisku leikirnir, sum í august vera í London. Tað er hesa stevnuna – ta størstu av øllum ítróttar­stevnum – at Pál Joensen í løtuni fyrireikar seg til, og tað er við London í huga, at Jón Bjarnason leggur venjingina til rættis.
Nú upp undir jól eru tvær stórar kappingar á skránni. Í hesi vikuni skal Pál luttaka í EM kappingini, sum verður í Stettin í Pólandi, og í næstu viku verður hann á euro­peiska liðnum, sum skal kappast ímóti bestu svimjarunum í USA. Kapp­ingin verður síðst í næstu viku í Atlanta í Georgia, har svimji­kappingarnar vóru á OL leikunum í 1996.

Er væl fyri
Í morgun fóru teir báðir, Pál Joensen og Jón Bjarnason, av landinum. Undan fráferðini til Pólandi segði Pál Joensen við Suðurrás, at hann er væl fyri, nú hann fer undir hesar báðar stóru avbjóðingarnar:
– Eg eri nøgdur við, hvussu støð­ugt góðar tíðirnar hava verið sein­astu tíðina. Á 1500 metra frí fara vit at miðja eftir einari tíð, sum átti at verið nóg góð til at røkka heiðursmerkjum, men tað er altíð torført at siga frammanundan, hvussu tað verður við tí, sigur Pál Joensen við Suðurrás.
Pál fer at luttaka í trimum kapp­ingum í Pólandi. Hósdagin 8. desember fer hann at svimja 200 metra frísvimjing, leygardagin 10. desember fer hann at svimja 1500 metrar, og sunnudagin 11. desember fer hann at royna seg í 200 metra frísvimjing.
Hægstu raðfestingina hevur kapp­ingin leygardagin, tá ið 1500 metra teinurin, sum er favo­ritt­kapp­ingin hjá Páli, er á skránni.

Stríðast fyri Europa
Tá ið EM kappingin í Pólandi verður av, verður kósin hjá Páli Joensen og europeisku elituni sett ímóti Atlanta í Georgia í USA, har tað verður kappast 16. og 17. desember.
Á amerikanska liðnum eru seks svimjarar, sum vunnu gull á olympisku leikunum í Kina í 2008: Ryan Lochte, Natalie Coughlin, Rebecca Soni, Brendan Hansen, Dana Vollmer og Amanda Beard, og har eru tveir heimsmeistarar í 2011 – Missy Franklin og Elizabethy Beisel – umframt olympisku svimj­ar­arnar Peter Vanderhaay og Eric Shanteau.
Michael Phelps, sum í Aten í 2004 vann seks gullheiðursmerki og í Bejing í 2008 vann átta gull­krónur, verður ikki við á ameri­kanska liðnum. Hann heldur ikki, at henda kappingin passar inn í fyri­reikingarnar hjá honum fram ímóti olympisku leikunum í London í august.

Fimta kappingin
Duel in the Pool eitur henda kapp­ingin. Hetta er fimta ferðin, at hon er á skránni, og higartil hevur USA vunnið hvørja ferð.
Upprunaliga var talan um kapping millum USA og Australia, sum fyrstu ferð kappaðust í 2003 og so aftur í 2005 og 2007. Síðani hevur Australia kappast ímóti Japan, og í 2009 var fyrsta kappingin millum USA og Europa í Manchester í Ong­landi. USA endaði oman á við stiga­tølunum 185-78. Í kappingini í fyrraárið var Europa umboðað av svimjarum úr Bretlandi, Týsklandi og Italia. Hesa ferð verður talan um breiðari luttøku úr europeisku elituni. Eitt nú fara tríggir danskir svimjarar at taka lut og so Pál Joensen úr Føroyum.
Átta heimsmet vóru tikin í fyrstu kappingini millum Europa og USA, og tí sigur tað seg sjálvt, at miðl­arnir vísa kappingini í Atlanta stóran ans, eisini fyri at lodda dýpið, hvussu tað stendur til hjá teimum, sum ætla sær at luttaka í olympisku leikunum. Kappingin verður sjón­varpað kring allan heimin. Harvið er tað ikki hissini umrøða, sum Pál Joensen og Føroyar fara at fáa.