Pál vann fyrsta gullið

Pál Joensen hevur í kvøld vunnið fyrsta gullmerkið hjá Føroyum á Oyggjaleikunum.

 

Fyrstu finalurnar í svimjingini hava verið í kvøld, og føroyskir svimjarar vóru við í flestu finalunum.

 

Pál Joensen vann fyrsta gullmerkið í svimjingini. Hann vann á sínum yndisteini, sum er 1500 metrar. Hann svam teinin í tíðini 15:28.85.

 

Pál Joensen hevur eisini vunnið bronsu í 100 metrar bringusvimjing og silvur í 200 metrar blandaðari svimjing. Magnus Jákupsson vann silvur í 50 metrar ryggsvimjing.