Pól ætlar sær sessin aftur

Hóast avloysararnir gjørdu tað gott, so ætlar Pól Thorsteinsson sær beina leið inn aftur á føroyska liðið, nú stórdysturin móti Týsklandi stendur fyri framman

Upptakt

Ein av leikarunum, sum nú er lagstur afturat landsliðshópinum, er Pól Thorsteinsson. Hann var leikbannaður til dystin í Íslandi, og mátti tí saman við Óla Johannesen fylgja dystinum uttanífrá. Tó at tað stóð teimum báðum í boði, so vóru teir ikki við í Íslandi, men komu ístaðin at føroyska hópinum leygardagin, tá gist varð í Vágunum.

Ætlar sær sessin
Og at Pól er komin aftur á liðið fyri at verða, ivast hann ikki í sjálvur.
- Tað er rætt, at teir, sum komu inn í verjuna, spældu ein góðan dyst, men sjálvur rokni eg í øllum førum við, at eg skal byrja inni.
- Eg skal tó viðganga, at eg enn onga ábending havi fingið um hetta frá venjarunum. Talan hevur ikki verið um nakra venjing av dystarstøðum enn, so har hevur so einki verið at heintað í so máta.
Spurdur, um hetta ikki er ein dystur, har tað hevur serliga stóran týdning at byrja inni, tykist Pól eitt sindur ivandi, men hann viðgongur tó, at hetta er stórt.
- Tað er so nokk tann størsti dysturin, sum vit hava leikt á heimavølli. Eingin ivi um tað. Men hinvegin er hetta ikki nakað, sum tú hugsar stórvegis um, tá tú fert á vøllin. Hetta við at tað eru stórar heimsstjørnur, sum tú spælir ímóti.
- Vit hava jú verið í altjóða dystum somikið ofta, at tað ikki akkurát er tað, sum tú hugsar mest um. Tú ert kanska eitt sindur spentur undan dystinum, tá tú veitst at Kahn, Ballack og Klose eru millum mótstøðumenninar, men tá dysturin byrjar, er alt hetta burtur. Tá ræður bara um at gera sítt besta, líkamikið hvør mótstøðan er, sigur Pól Thorsteinsson at enda.