Pól Skarðenni í Smiðjuni í Lítluvík

 

Í døgunum fríggjadagin 25. oktobur til týsdagin 29. oktobur hevur Pól Skarðenni listaframsýning í Smiðuni í Lítluvík.

Sjálvur sigur hann um sýningina:

 

- Vit búgva í heimsins vakrasta landi, og hetta royni eg at lýsa í mínum málningum. Tað fjølbroytta landslagið og tað skiftandi veðurlagið.

 

- Teir flestu málningarnir eru málaðir úti á staðnum, har eg upplivi staðið. Vindurin ger, at eg má seta bardunir á staffiliðið, og er tað stilli um summari, koma mýggjabitarnir og flugurnar og seta seg í málingina - serliga í bláa litin. Tá tað regnar, verði eg vátur, men oljumálingin tolir væl vatn. Skínir sólin, verður ein blendaður. Alt hetta setur sín serliga dám á málningin.

 

Allar dagarnar er opið frá kl. 14.00 til 18.00.