Pál skal svara spískum spurningum um grind

Hans Pauli Strøm vil nú hava Pál Weihe og Landslæknan í Løgtingið at forsvara tilmælið um at fáa føroyingar at halda uppat at eta grind

Landslæknin og Pál Weihe fáa nú eitt gylt høvi til at forsvara víðgongda tilmælið, teir komu við í síðstu viku um at føroyingar eiga at halda uppat at eta grind.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú at kanna eftir um tað ikki ber til fáa Pál Weihe og landslæknan á fund við løgtingslimirnar at svara spurningum um grindatilmælið.

Tað upplýsti hann í løgtinginum í morgun, eftir at Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevði spurt hann, hvat ætlanin er at gera við grindatilmælið.

Í løgtinginum í síðstu viku, vórðu teir báðir heglaðir niður, fyri at koma við tilmælinum um at vit skulu gevast at eta grind og tað vóru løgtingslimir, sum brúktu nógva orku upp á at sáa iva um granskingina.

Og tað varð endurtikið á løgtinginum í morgun og eftir viðgerðini í Løgtinginum at døma, er ongin ivi um, at teir báðir læknarnir, Pál Weihe og landslæknin, fáa nógvar spískar spurningar frá løgtingsmonnum, men nú fáa teir so høvi til at forsvara seg.

Fleiri løgtingsmenn ivast snøgt sagt í, um granskingarúrslitið er rætt og í løgtinginum í farnu viku, varð eisini roynt at sáa iva um trúvirðið hjá granskarunum við at spyrja hvussu fíggjarliga heftir, teir vóru av teimum, sum hava fíggjað granskingina.

Tað vóru eisini teir løgtingsmenn sum tvíhalda um, at alheims gransking er ikki samd um, hvussu skaðilig grind er fyri heilsuna og at úrslitini eru mótstríðandi á hesum øki.

Annars segði Hans Pauli Strøm, at Heilsumálaráðið fer nú at seta seg í sambandi við fólkaheilsuráðið at viðgera, hvussu tað best ber til at kunna almenningin um tilmælið. Hann metir eisini, at málið eigur at verða tikið upp í landsstýrinum at viðgera, hvørji stig skulu takast fyri at kunna almenningin.

Hinvegin vóru tað eisini løgtingslimir sum halda, at vit eiga at taka málið upp, tí hetta kann skjótt verða eitt tvíeggjað svørð av tí, at uttanlands vita tey sjálvandi eisini um úrslitið og láta vit sum onki, kunnu vit vænta okkum ákoyringar fyri tað.

Hans Pauli Strøm sigur, at tá ið ivi verður sáddur um hesa granskingina, minnir tað hann mest um granskingina um heilsuvandan við tubbakki, tí har var stór orka løgd í at tileinkisgera tubbaksvandan, líka inntil tað ikki vendist aftur.

- Tað er ikki hóskandi at seta spurnartekin við gransking hjá okkara hægsta heilsufakliga myndugleika og tað er ongin orsøk til at seta spurnartekin við úrslitið. 

Les eisini greinina: Pál fekk ein sting í hjartað