Fjórði og seinasti partur
????????????????????
Nærum eingir søgufrøðingar, ella bøkur annars um Føroyar, hava tikið Panumsa bók um meslingar í Føroyum í 1846 við í teirra arbeiði. Hans Jacob Debes nevnir ikki Panum við einum orði, hvørki í tí nýggju: "Færingernes land ? Historien om den færøske nutids oprindelse", ella t.d. bøkur sum: "Politiska søga Føroya 1814 til 1906", hava Panum við.
Leita vit okkum til heilt nýggjar bøkur um føroyska mentan, so sum bókin hjá Tom Nauerby: "No Nation is an Island ? Language, Culture and national Identity in the Faroe Islands", frá 1996, so finna vit hjá hesum heldur ikki nakað um Panum, sjálvt um tær fyrstu eitt hundrað síðurnar eru um føroyska søgu. Heldur ikki John West hevur eitt orð at siga um Panum í bókini: "Færøerne ? En nation og dens historie". Hetta er tó nevnt í onkrum leksikonverki, so sum hjá Heina Madsen: "Færøerne i 1000 år".
Hjá føroyaserfrøðinginum Jonathan Wylie er støðan ein onnur. Í bókini: "Faroe Islands ? Interpretation of History", møta vit Panum sum heimskendan lækna, ið setti Føroyar á heimskortið. Vit skulu minnast til, at læknar um allan heim hava lisið Panumsa bók heilt upp til okkara tíð. Amerikanski antropologurin Wylie siterar Panumsa arbeiði og hugleiðingar um Føroyar, serliga eru tað um kvøldsetu og roykstovuna í 1846. Wylie siterar stór brot um Panumsa møti við føroyska kjarnan í mentanini, roykstovuna. Wylie heldur, at Panum var heldur kræsin, men at hann hevði rætt, at hesin parturin var stórur og týðandi táttur í føroyska samfelaginum. Eftir brotið um Panumsa uppliving av roykstovumentanini í Føroyum, skrivar Wylie um, hvussu Hammersheimb skrivar um hetta sama fyribrigdið, og tekur til, at hjá hesum møta vit einari romantisering av fólkamentanini, av bæði roykstovuni og kvøldsetuni, ið er í samsvari við almennan tjóðskaparromantikk. Wylie er heldur ikki so hugtikin av Niels Winthersa tonkum um, at søgnin í Føroyum sendi eina glæmu av skaldskapi á lív føroyinga. Menn sum Panum og Niels Winther eru beinleiðis mótsetningar, - Panum ein heldur turrisligur lækni, meðan Winther løgfrøðingurin, føroyingurin og politikarin, ið vildi hevja fortíð Føroya til æru og sóma, og á henda hátt vekja føroyingin við at skriva um fortíðarbrøgd, fyri at stuðla undir eina tjóðskaparliga kjølfestu hjá tí einstaka.
At umboða Føroyar
Wylie hevur í bók síni áhugavert kjak um søguligar keldur, og hvussu tær kunnu brúkast av etnologum og antropologum innan vísindi, men hann leggur afturat, at í Føroyum hava vit eina sera langa søgufatan. Hann legði til merkis, at fólk sum heild vistu nógv um t.d. hvussu bygdin tey komu frá varð grundløgd. Tey vistu um søguligar persónar, sum Magnus Heinason, men eisini, at bókmentir og søga eru eins umráðandi millum føroyingar sum t.d. ættarbregi er millum onnur fólk.
Wylie tekur til, at:
"Einki fólk er uttan fortíð, men ymisk fólk minnast hesa meiri ella minni væl, og leggja meiri ella minni týdning til søguna. Somuleiðis minnast ymisk fólk søguna á ymiskan hátt og av ymiskum orsøkum. Føroyingar eru á tí eina endanum á hesum skala. Teirra minni er sekulert skapt, og ein varði í teirra felags samleika, og serstakliga langt er hetta minni. Í søgnunum og í kvæðunum ferðast søgan, somuleiðis er henda søga merkt av eini ávísum tunnleika, brotum og er litt av søgn."
Hetta skapta minnið er merkt av søgn, av mytum og ikki so nógv av fakligari væl úr hondum greiddari søgufrøði. Amtmaðurin Chr. Pløjen var sum Panum áhugaður í at broyta sosial kor í Føroyum. Atfinningarnar hjá Panum komu í einari tíð, har patriotisman var spírandi og komu tí at skapa stórt kjak og øði. At taka slíkt við í vanliga søgufrøði, hoyrir ikki til "raritetskabinettið", men er partur av søgu okkara, ið er eins áhugaverd sum mangt av tí sum politikarar hava gjørt ella sagt. Út frá sjónarmiðunum hjá Wylie møta vit eisini søguvísundi, tá hon er best. Hon setir spurnartekin við alt, søgufatan okkara og sjónarhornið hjá føroyingum. Wylie meinar, at ymisk fólk minnast søguna meiri ella minni væl, og leggja meiri ella minni týdning til søguna. Somuleiðis minnast ymisk fólk søguna á ymiskan hátt og av ymiskum orsøkum. Føroyingar eru á tí eina endanum á hesum skala. Teirra minnið er sekulert skapt, og ein varði í teirra felags samleika, og serstakliga langt er hetta minnið. Í sagnunum og í kvæðunum ferðast søgan, somuleiðis er henda søga merkt av eini ávísum tunnleika, brotum og er litt av søgn, har serliga hin tjóðskaparliga søgufrøðin skapar og fastheldur eldri og nýggjar mytur. Føroyaserfrøðingar sum t.d. Tom Nauerby, John West og Jonathan Wylie halda allir á við at skriva um, at Føroyar eru eitt sera tjóðskaparligt øki, við nógvum og ógvusligum málstríði og nationalismu. Hetta tarnar tó ikki føroyingar sjálvar, ið enn sum áður, halda tað at vera tjóðskaparligur ikki kann hava nakað við nationalismu at gera, og at orðið siður ella siðbundi bert er positivt.
Søga og sannleiki
Neyðugt er, at vit læra at líta at søguni við eini neyðugari frástøðu, og ikki bert enda í politiskum stríði. Tá vit hava við føroyska søgufrøði at gera, tosa vit nærum bert um tjóðarsøgufrøði, ið er tað sama sum søgan hjá tjóðini. Tann akademiska historiografiin varð skapt í 19. øld. og í byrjanini av 20 øld. sum liður í einari romantiskari tjóðarbygging, har nærum allar tjóðir fingu hópin av góðkendum tjóðarsøgufrøðingum, ið sungu tjóðini prís. Søgan verður havd á lofti sum sannleikavitnið, tá vit tosa um bólkar ella tjóðir við felags mentan. Og tað er helst aldrin ov seint at skapa sær ein lukkuligan søguligan barndóm, ið so eitt hjálandaveldið knúskaði, tí tað er einki í vegin fyri at skapa søgufrøði á mytiskum lendi.
Kanska onkur heldur, at Panum var lækni og bókin hjá honum er tí "bert" ein læknabók. Mong halda tí, at henda ikki hevur áhuga fyri okkum í dag, fyri søgu okkara, at hon bert umboðar tað sum heldur løgnar keldur kunnu geva okkum, saman við hópin av ferðafrásøgnum, bókum og greinum um vísundaligar ferðir til Føroya, serliga frá umleið 1810 til 1920. Eg haldi at hetta ikki er so, at okkum vantar, at onkur tekur um slíkar keldur og tekur tær í álvara. Ymisk fak hava ymisk áhugamál, og troyta ymiskar hættir. Í okkara tíð møta vit einum stórum áhuga í at granska tær meiri útjaðarakendu og týdningarlítlu keldurnar. Serliga ferðafrásøgnir eru áhugaverdar millum antropologar, etnologar og bókmentafrøðingar í dag, tí hesar keldur siga okkum mangan sera nógv um samtíðina. Bókin hjá Panum er áhugaverd sum vindeyga inn í eina kreppu í Føroyum í 1846. Vit læra um læknaviðurskifti tá, um hús, klæðir, mat, sjúkur, reinføri og aðrar áhugaverdar partar av føroyskari mentan og materiellari mentan. Men áhugavert er eisini, at ferðin hjá Panum skuldi elva til so stórt stríð. Í hesum stríði liggur fræið til áhugavert kjak um føroyska søgu og søgufatan. Eftir Panum útgav bók sína í 1847, og Erslev skrivaði um Føroyar í: "Den Danske Stat" í 1857 kunnu vit síggja fleiri modernað perspektiv í hesum. Vit føroyingar hava altíð havt minst tvey problem, - eitt er viðurskifti við Danmark, og tað var júst niður í tað holið í hin ungi Panum skuldi fella. Føroyingar skrivaðu sera ljótar greinar um Panum, men Panum vildi ikki gera Føroyar ella føroyingar til danir. Hetta sigur hann í 1860, tá hann endaliga verjir seg alment. Panum heldur tó: "Desuagtet er jeg ligesaa fast overbeviist om, at deres Boligers Indretning, deres Skotøi og deres Brødbagning kan forbedres og at disse Forbedringer, foretagne paa en hensigtsmæssig Maade, ville gjøre Moralitetsforholdene endnu gunstigere, forudsat at Færingerne for øvrigt bibeholde deres Levemaade uforandret, saaledes som den var i 1846."
Um fríhandilin heldur Panum, at hesin helst eisini vil føra við sær økta nýtslu av vørum, ið ikki eru heilsugóðar.
Hitt problemið vísir stríðið um Panumsa bók eitt áhugavert stríð á einum metasøguligum støði, tí her hava vit ein hin fyrsta bardagan um, hvussu onnur komu at umboða føroyska mentan, siðir og ikki minst finnast at hesum. Okkara problem er mangan, at vit bert vilja góðtaka rós, og ikki tola atfinningar. Í dag um allan heim uppliva vit eina økta gransking av keldum, ið hava týdning fyri mátan vit skilja hvønn annan. Hjálandavald um allan heim hava gjøgnum søguna sett í verk kanningar, ið á ein hátt vildu legitimera ognarhaldið hjá hjálandaveldinum, men hinvegin skuldi hetta síggja út. Men eisini ferðabøkur og vísundaligar keldur er forkunnugar keldur, hesar skulu ikki lesast sum keldur til okkara tíð, soleiðis beinleiðis um fortíðna, men sum skjøl, ið mest siga okkurt um mátan at skriva slíkt tá, og hin vegin eisini um tíðina tá.
Ein fordómsfull kelda?
Men er bókin hjá Panum annað enn ein fordómskend etnosentrisk kelda til samtíðina og einki annað? Er alt tað hann sigur ikki rætt? Panum sjálvur sigur, at tað hann førdi fram var ov satt, og tað var har problemið var, at hann var ov erligur. Ein av kritikarunum, presturin Sørensen, helt fyri, at Panum ómøguligt kann hava sæð Føroyar frá einari góðari síðu, har eini 6000 fólk lógu sjúk. Hetta er sjálvandi eitt áhugavert argument, men Panum hevur tó skilt nógv.
Ole Jacobsen skrivaði í 1971 í útgávuni: "Fra Færøerne: Úr Føroyum", bind VI, at henda øðin hjá føroyingum bygdi á djúpar irrationellar kenslur mótvegis dønum. Hin ærukæri Panum hugsaði eitt skifti at stevna teim, ið vildu hesa ærumeiðing, men løgfrøðingurin Chr. Pløyen mælti honum skemtandi frá hesum. Ole Jacobsen heldur, at Panum sjálvur kom við eini frágreiðing, ið segði hvat var væntandi, tí hann skrivaði sum sagt nógv um myrku síðuna í tjóðareyðkenni føroyinga. Jacobsen meinar, at her fanst: "Sociale masse- og gruppehysteri og den affekt- og konfliktpsykologi, som et århundrede senere kom til lysende udbrud under lægeaffæren i Klaksvík". Við hesum orðum er greitt, at bókin hjá Panum, viðgerðin hon fekk og øll henda søgan eru partur av okkara søgu, sum ein áhuagverd kelda, ið hevur uppiborið at vera lisin.
Nakrar keldur:
P.L. Panum: Iagttagelser anstillede under Mæslinge-Epidemien på Færøerne i Aaret 1846 Af Cabd. med. & chir. P.L. Panum. Bibliotek for Læger, januar-april. 1847
Fædrelandet nr. 141-152, 1846.
Graba, Carl Julian: Tagebuch gefürt auf einer Reise nach Färö im Jahre 1828 von Carl Julian Graba. Advokaten in Kiel, mehrerer naturhistorischen Gesellschaften correspondirendem Mitglide. Hamburg, 1830.
Hammershaimb, V.U.: Færøsk Antologi. 2 vol. Kbh., København, 1891.
Peder Samuelsen Lamhauge: En paalidelig Efterretning om Strømmene, ujevne Grunde og Bouver, samt Fiordenes Brede, omkring og imellem Færøerne, tilligemed hvad Bugter, der ere gode at ankre udi, med videre som benævnte materialer henhører: Saavelsom og hosføjet Appendix om det ferske Vand her i Landet. København, 1767.
Küchler, Carl: Die Färöer. Studien und Wanderfahrten. Munchen, 1913.
Landt, Jørgen: Forsøg til en Beskrivelse over Færøerne. Torshavn, 1965.
Leclercq, Jules: La terre de glace: Féroe ?Islande: les geysers ? le mont Hekla. Paris, 1883.
Lehmann, Edv.: Auf den Färöern. Berlin, 1913.
Lucas Debes: Færoe et Færoa reserata. Torshavn, 1963.
Nicoll, James: An historical and descriptive account of Island, Greenland, and the Faroe Islands, with illustrations of their natural history. Edinburg, 1860.
Niels Winther: Færøernes oldtidshistorie. Torshavn, 1985
Ølgaard, Anders: Færinger ? Frænder ? Sprog, historie, politik og økonomi. København, 1968.
Patursson, Jóannes: Føroya søga ? Úrdráttur úr stjórnarlaginum. Torshavn, 1939.
Ole Jacobsen: P.L. Panum og Færøerne. Í: Fra Færøerne ? Úr Føroyum VI. Dansk-færøsk samfund 1972.