Triði partur
????????????
Sum vit vita kom Panum longu sum 26 ára gamal at gerast kendur um allan heimin við bókini: »Iagttagelser anstillede under Mæslinge-Epidemien på Færøerne i Aaret 1846«. Hendan kom fyrst undir øðrum navni á Bibliotek for Læger, og seinni í tí tá heimskenda, "Virchows Archiv", ið Panum kom í samband við undir ferð í Berlin í 1847. Stóra bragdið hjá Panum var at prógva, at sjúkan breiddi seg frá persóni til persón, hann ávísti, hvussu leingi viðgongutíðin, ið er tann tíðin einstaklingur gongur við sjúku, áðrenn hon brýtur úr. Hann prógvaði, at Meslingar var sjúka ein gerst ófeingin ella óáriniligur av, tí tey sum høvdu havt hana fyri 65 árum síðani fingu hana ikki, ei heldur børn undir 5 mánaðir. Panum var hin rætti maðurin danir sendu til Føroyar, túrurin kom at bera miklan ávøkst. Føroyar vóru serliga gott øki, oyggjarnar eru fjarskotnar, fólk búðu spjatt og lætt, 77 prosent vóru tá sjúk av meslingum, soleiðis er landafrøðin avgerandi fyri Panumsa eygleiðingar.
Lívið hjá Panum eftir ferðina
Dansk Biografisk Leksikon bind 17 (XVII) frá 1934, ið annars gongur frá Nielsen til Panum, hevur langa grein um henda kenda dana. Her fáa vit mangt forvitnisligt at vita. Millum annað, at Panum sum 28 ára gamal var hernaðarlækni við damp-orlogsskipinum "Geiser", tá Danmark var í kríggi við Prøjsen. Seinni gjørdist hann lækni við serligum førleika innan umfarssjúkur. Í 1850 kom koleraútbrot í Bandholmi, Panum kom tá í ringt orð millum aðrar læknar, tí hann einsamallur meinti, at kolera, eins og meslingar, smittaðu (kontagiøst). Tað hildu hinir ikki, men Panum hevði, sum ikki einaferð rætt. Hann avbyrgdi tí allar sjúklingarnar harðliga. Panum gjørdist doktari (Dr. med) í 1851, tá 31 ára gamal. Frá 1851 til 53 ferðaðist hann, las m.a. kemi í Würtzburg, vitjaði Leipzig og var leingi í Paris hjá Claude Bernard, ið tá var hin fremsti fysiologurin í heiminum.
Í 1853 gjørdist Panum professari í Kiel, men ikki var altíð lætt at búgva sum dani í Týsklandi. Hann var bjóðaður við í vísinda feløg, men tók ikki lut í politiskum lívi annars. Í 1864 vendi hann heim til Danmarkar sum profesari við universitetið í Keypmannahavn. Her legði hann á at berjast fyri, at fáa granskingina innan medisin til at virða royndir, men beinanvegin møtti hann mótstøðu, tá danir ikki tá skiltu, at neyðugt var at gera alneyðugar royndir. Her skuldi Panum vísa seg at fáa rætt einaferð enn, eftir langan bardaga fekk hann í 1867 loyvi til at flyta í egnan labratoriebygning á Bredgade. Hann arbeiddi innan nógv øki, men kom ikki at gera so stórar uppdagingar innan medisinska vísindi, sum hann gjørdi í Føroyum í 1846 sum blaðungur maður. Hesa bókina úr Føroyum lesa granskarar enn.
Virðisminkandi orð, ella vóru føroyingar ov nærtakandi?
- Smáligt rok um Panumsa orð.
". . . Noget som kan bringe Færingen til at lukke sin Dør for den Fremmede, da er det, naar han erfarer, at den Gjæst, som han mødte og tog imod med Velvillie, bagefter giver ham Skam for Tak, en Erfaring han, destoværre! tiere har gjort."
H.J.J. Sørensen, 1859
Í 1878 tekur Illustreret Tidende til, at Panum kom við einari: ". . .særdeles usminket Beskrivelse, han her giver af Færingenes sociale og hygiejniske Forhold, skaffede ham imidlertid endel Ubehageligheder. Ikke blot blev han i den Anledning Gjenstand for et literairt Overfald i et af vore Blade, men nogle hyperpatriotiske Færinger truede endogsaa den unge Forfatter med en corporlig Revselse".
Onkur hevði hug at leggja á Panum og smyrja hann av. Spurningurin er, hvørjir hesir vóru? Ikki er lætt at svara hesum, neyðugt er at fara aftur til øll hesi bløðini, men hesir hava í "Dagbladet" skrivað eini 8 greinar móti Panumi undir dulnevninum: "Af en Færing". Panum tók ikki tá aftur til orðanna. Hetta skuldi ikki koma fyrr enn 14 ár eftur Føroyatúrin. Klárt er, at hesir føroyingar ikki vóru hvør sum helst. Vit vita, at Sandoyarprestur H.J.J. Sørensen er ein av teim, ið skrivaði í donskum bløðum um hetta, serliga eftir, at Ed. Erslev gav út verkið Den Danske Stat, har hann kom at brúka Panumsa kendu bók sum eina meginkeldu. Hesin Sørensen setti seg at skriva sera drúgva grein móti Erslev í 1859, eftir at verkið D.D.S. var endaliga liðugt í 1857. Hann finnist harðliga at mongum. Hann hevur rættingar til nærum alt, frá viðurskiftum, ið snúgva seg um fugl, fisk, seyð, men serliga er áhugavert at lesa brotini, har hann finnist at, hvat Erslev hevur ført fram um føroysk hús, mat, sjúkur, heilsustøðuna o.s.fv., tí her er tað, at Panum hevur verið brúktur dúgliga av Erslev. Sørensen skilir ikki, at føroyski livimáturin skal hartast, tá hann meinar, at sjálvt Panum noyddist at viðurkenna, at fólk livdu longur í Føroyum enn í Danmark, hetta sjálvt um maturin var lítið spennandi. Sørensen skilir ikki, at tað er langt frá ein fyrimunur, at føroyingar ikki hava sjúkur sum meslingar, kikhosta, skarlagsfepur, koppar, tí hetta var jú tað Panum lærdi okkum m.a., at fólk, ið hava verið sjúk sum børn ella ung, hava nógv størri møguleika at yvirliva, og hesi koma at menna andevni seinni, so tey ikki gerast sjúk aftur. Um Panumsa ferð heldur hann: "Professor Panum, som var sendt til Færøerne under Mæslingeepidemien i 1846, (. . . ) kunde ikke finde Alt i Orden under saa overordentlige Omstændigheder".
Sørensen, ið dugir bæði at skriva og at kjakast, meinar, at Panum hevði rætt at finnast at vantandi reinføri sum lækni, eins og hann gjørdist kendur fyri í Korsør undir kolerasjúkuumfarinum. Men hann heldur fyri, at lætt er at finna óhumsku, um tað nú er tað ein vil, og at hendan eisini at finna í Keypmannahavn, meinar Sørensen. Erslev svaraði aftur, at bókin hjá Panum hevði: ". . . en Slags officiel Charakteer". Um roykstovuna endurtekur hann beinleiðis, at føroyingar dáma hesa roykfyltu stovu. Erslav meinar, sum Panum, at ræst kjøt er: "halvraddent", eins og drýlurin onga náði fær frá Erslev. Men hann dugir at síggja, at orsøkin til, at føroyingar ikki hava t.d. meslingar, kemur ikki av reinføri, men av tí at Føroyar eru so avbyrgdar frá umheiminum, ið Erslev metir er minni gott, tá tað doyðu so nógv fólk. Ein P. A. Holm blandaði seg eisini.
Panum í 1860 um túrin
". . . og jeg blev betragtet som Færøernes og Færingernes arrigste Fjende"
P.L. Panum, 1860.
Ikki fyrr enn í 1860 tók Panum sjálvur til orðanna úr Kiel í : "Aabent Brev til Forf. af "Den Danske Stat" til Oplysning om Færingers Boliger, Klædning, Kost og Sundhedstilstand af P.L. Panum". Panum helt at føroyingarnir, ið høvdu skrivað um hann, riðu sær so niðalaga, at hann enn ikki hirdi at svara. Hann heldur fyri við Erslev, at hann átti at sett seg í samband við hann, áðrenn hann sendi slíkt verk út, tí hann kundi ávara hann, at nakað slíkt fór at henda. Men endiliga fáa vit mannin sjálvan, hann siterar Kierkegaard: ". . . Den, der sover synder ikke; thi der er andraget Himmelråbende Skyld i Verden af den Enkelte ? ved at tie".
Áhugavert, at hann velir júst Kierkegaard, ið tá var illa lýddur av teim flestu, tí hann var so erligur, serliga yvir fyri Fólkakirkjuni og Prestastættini, men vit kunnu rokna við, at Panum kennir ávísa skuldarkenslu, av at hann ikki hevur vart seg. Um skuldsetingarnar móti sær og Erslev sigur hann: "Afbenyttelsen af en Læges Meddelser (. . . ) om Folks Mad, Drikke, Klæder, Boliger og Svineri og om disse Tings Indflydelse paa Sundhed og Sygdom (. . .) men de have for et større Publikum netop den Fejl, at de ere altfor sande!.
Panum dregur so í hitt borðið, at hann í síni bók tók ávís viðurskifti fram, ið vóru neyðug at viðgera, at hann ikki hevði møguleikan at skriva nakað annað: "tilvisse Lyssiderne have været mere fremtrædende". Hann meinar, at túrarnir til Føroya vóru eitt av hansara kærastu minnum, hvørs náttúra enn ikki í Tyrol og í bajersku Alpunum, finnast maki. Har fólkini, sjálvt almúgan, hava andsevni, kristna miskunn.
Tá man lesur hetta opna bræv frá Panum, er hetta ikki virðisminkandi orð. Meiri fáa vit ta fatan, at føroyingar longu tá vóru ov nærtakandi. Panum sigur sjálvur, at tað bert er onkur føroyskur "patriotur", ið vil siga, at hann ikki hevur borið seg at sum ein lækni í bók síni, men at Erslev hevur brúkt hana, hevur: ". . . har faaet lidt mere Sort i Deres Pensel". Um føroyingarnar heldur Panum: "Thi de færøiske Skribenters glødende Patriotisme forleder dem unægtelig let til at male deres Hjemstavn med altfor lyse Farver for den danske Læser". Hann meinar, at hesir romantiseraðu Føroyar, tí har vóru sosialir reformar neyðugir, ið Pløyen og aðrir kundu vitnað um. Í næsta og seinasta parti fari eg at royna at seta hetta verk inn í søgu okkara, sum kelda til okkara fortíð, og draga hesi perspektiv fram um hetta løgna kjak, ið snýr seg um, hvussu vit umboða Føroyar uttanlands enn í dag.
Onkrar keldur:
Dansk Biografisk Leksikon, XVII ? Nielsen til Panum. 1934.
P.L. Panum: Iagttagelser anstillede under Mæslinge-Epidemien på Færøerne i Aaret 1846 Af Cabd. med. & chir. P.L. Panum. Bibliotek for Læger, januar-april. 1847
Fædrelandet nr. 141-152, 1846.
Ole Jacobsen: P.L. Panum og Færøerne. Í: Fra Færøerne ? Úr Føroyum VI. Dansk-færøsk samfund 1972.










