Pál Joensen vann gull

Fyri løtu síðan vann Pál Joensen eitt gullheiðursmerki, tá ið hann í sannførandi stíli kom fyrstur á mál á 1500m teininum í frísvimjing.

Tíðin hjá Pál var 15 minuttir og 48 sekund, sum er júst ein minutt betri enn tíðin hjá tí bert 14 ára gamla Høgna M. Rasmussen, sum fekk eitt flott 6. pláss.

 

Pál setti við frálíku tíðini eisini nýtt Oygglaleikamet.