Pál Joensen vann sannførandi á fyrsta riðli við tíðini 15:04,05.
Anthony Pannier úr Fraklandi kom næstur á málið við tíðini 15:14,38, og danski Mads Glæsner varð nummar trý við tíðini 15:16.63. Hann var just ov stutter til at svimja seg í finaluna.
Tað er bara Samuel Pizzetti, ið svam á triðja riðli í dag, sum varð skjótari enn vágbingurin. Hann svam seg í finaluna við tíðini 15:03.32.
Teir, sum skulu kappast um evropameistaraheitið í morgin eru:
Samuel Pizetti, Italia ? 15:03.32
Pál Joensen, Føroyar ? 15:04.05
Sebastian Rouault, Frakland ? 15:06.70
Prezemyslaw Stanczyk, Pólland ? 15:08.54
Federico Colbertaldo, Italia ? 15:08.83
Mateusz Sawrymowich, Pólland ? 15:09.50
Gergely Gyurta, Ungarn ? 15:12,46
Anthony Pannier, Frakland ? 15:14.38









