Pál Joensen bachelor í dag

Í dag varð navnframi svimjarin Pál Joensen bachelor í vinnubúskapu og verkætlanarleiðslu. Hann býr í Keypmannahavn saman við konu síni Malan, sum lesur til lækna. Hann greiðir frá, at hann hevur tikið hesa útbúgvingina yvir fýra í staðin fyri trý ár, so hann hevði betri stundir til at svimja.

 

 

Hann sigur, at tað hevur sett sín dám á lesnaðin, at hann hevur raðfest svimjingina høgt, men hann er væl nøgdur við úrslitið og prógvið, og at hann nú kann byrja uppá kandidat útbúgvingina eftir summarfrítíðina. 

 

 

Malan og Pál Joensen bíða nú spent eftir at verða foreldur fyrsta dagin, og Pál sigur, at ætlanin er at koma ein túr til Føroyar í summarfrítíðini, tá Malan hevur átt. 

 

 

Spurdur hvussu tað gongur við svimjingini sigur Pál, at júst nú roynir hann at halda svimjingina við líka.

 

 

- Júst nú er tað viðlíkahald, av tí at skúli og at eg skal verða pápi fyllur nógv. Ambitiónin er at trappa upp í summarfrítíðini, sigur hann til endans.