Pál gjørdi ein orduligan vørr

Svimjararnir hjá svimjifelagnum í Suðuroy, SuSvim, gjørdu fríggjadagin eitt ordans hál í Danish Open, sum í hesum døgum er í Gladsaxe.

Mest merkisvert var úrslitið hjá Pál Joensen í 1500 metra frísvimjing.

Pál var fyrstur av øllum á mál. Tíðin var 15.20.13. Harvið skarvaði Pál Joensen 45 sekund av føroyska metinum! Og tíðin var 7 sekund betri enn danska juniormetið.

Danski stórsvimjarin, Mads Glæsner, sum í august skal luttaka í OL í Kina, eigur danska juniormetið, sum altso er sjey sekund lakari enn tað hjá Páli Joensen!

Framúr avrikið hjá Páli Joensen fríggjakvøldið ber við sær, at hann fær 902 fina stig. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at føroyskt svimjiavrik ber fleiri enn 900 fina stig við sær.

 

Shaila millum Garðarnar setti fyrrapartin met í innleiðandi kappingini í 50 metra frí. Tíðin var 0.27.55. Elspa Mørkøre átti gamla metið, sum var 0.27.94.

 

Seinnapartin rakk Shaila enn einum meti í hálvfinaluni. Tá var tíðin 0.27.48, og harvið hevði hon skarvað 7/100 av metinum, sum hon setti fyrrapartin. Shaila skal svimja í finaluni, sum verður leygardagin.

 

Malan Vitalis Bærendsen svam fyrrapartin 100 metrar bringu í tíðini 1.18.65. Tað var met.

Í hálvfinaluni fríggjakvøldið var tíðini hjá Maluni 1.17.99, og harvið hevði hon skarvað 66/100 av metinum, sum hon setti fyrrapartin.

 

Mona Simonsen svam fyrrapartin 400 metrar frí í tíðini 4.34.47. Tað var eitt vet verri enn tað, sum hon svam í HM í Melbourne, upplýsir SuSvim í tíðindaskrivi.