– Sum ungdómsráðgevi hevur tú nógv at gera og at umsita. Sjálvur haldi eg meg vera meiri til at vitja fólk, sjúkrahús, smáplássini og at tala á møtum, sigur Pól, sambært heimasíðuni hjá KFUM&K í Klaksvík. Heimamissiónin fer nú at søkja eftir nýggjum ungdómstrúboðara at taka við starvinum 1. januar.