16. til 22. mai fara fimm føroyskir svimjarar at luttaka í EM í London. Tey fimm eru Signhild Joensen og Alvi Hjelm úr Ægir, Sára Rygshamar Nysted og Pál Vitalis Joensen úr SuSvim og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag.
Hóast fimm eru tilmeldaði, so er eingin ivi um, at einasta finaluvónin er Pál Vitalis Joensen. Tað er tó eingin trygd fyri, at hann megnar at vinna seg í finaluna heldur, tí hann hevur 8. bestu tíðina, men har skulu innleiðandi umfør svimjast fyrst.
16. mai skal Signhild Joensen svimja 200m rygg, har hon er tilmeldað sum nummar 38 av 39 luttakarum.
16. mai skal Sára R. Nysted svimja 400m blandað, har hon er tilmeldað sum nummar 28 av 28 luttakarum.
16. mai skal Óli Mortensen svimja 400m frí, har hann er tilmeldaður sum nummar 45 av 52 luttakarum.
17. mai skulu Sára R. Nysted og Signhild Joensen svimja 100m frí, har tær eru tilmeldaðar sum nummar 79 og 84 av 92 luttakarum.
17. mai skulu Pál Vitalis Joensen og Óli Mortensen svimja 1500m frí, og eru til tilmeldaðir sum nummar 8 og 29 av 36 luttakarum.
17. mai skal Alvi Hjelm svimja 200m blandað, har hann er tilmeldaður sum nummar 43 av 46 luttakarum.
18. mai skal Sára R. Nysted svimja 200m blandað, har hon er tilmeldað sum nummar 42 av 45 luttakarum.
18. mai skal Signhild Joensen svimja 100m rygg, har hon er tilmeldað sum nummar 53 av 55 luttakarum.
19. mai skal Óli Mortensen svimja 800m frí, har hann er tilmeldaður sum nummar 27 av 32 luttakarum.
20. mai skal Signhild Joensen svimja 50m rygg, har hon er tilmeldað sum nummar 41 av 47 luttakarum.
20. mai skal Sára R. Nysted svimja 200m frí, har hon er tilmeldað sum nummar 63 av 71 luttakarum.
21. mai skal Signhild Joensens svimja 50m frí, har hon er tilmeldað sum nummar 62 av 68 luttakarum.
22. mai skal Alvi Hjelm svimja 400m blandað, har hann er tilmeldaður sum nummar 38 av 42 luttakarum.
22. mai skal Sára R. Nysted svimja 400m frí, har hon er tilmeldað sum nummar 42 av 46 luttakarum.