Tað melur runt hjá súkklusmiðinum í Kollafirði. Tróndur Simonsen, og konan Una, ið stendur við róðri í sjálvum handlinum í dag, lata væl at hóast árstíðina.
Tað er ein óreingiligur veruleiki, at lítið verður súkklað á vetri. Er kuldi og kavi, ja so verður als ikki farið út á tveimum hjólum. Men allur bati bøtir, og veðrið ber ikki til at broyta. Hóast Tróndur og Una traðka sínar barnaskógvar á súkkluøkinum, nú handilin bert hevur verið opin nakrar mánaðar, ætla tey sær at broyta hendan áður so óreingiliga veruleika. Tey selja nógv píkadekk til súkklur.
Fólk fregnast
Enn ber bert til at fáa sær píkar, hevur tú vanliga vaksnamannasúkklu við 26 tumma dekkum. Dekkini eru framleidd í Finnlandi og fyri 500 krónur ber til at skøða seg bæði aftan og framman. Sambært Tróndi fær hann lítlan vinning burtur úr hesum serligu dekkum.
- Eg ætli mær bert at gera vart við, at tað er ein góður súkkluhandil í Kollafirði, sigur hann. Og sambært konuni eru tey mong, ið seta seg í samband við Súkkluhandilin í hesum døgum. Fólk ringja úr Vágunum, av Strondum og aðrastaðni við. Flestu teirra til tess at fregnast um píkadekkini.
Heilársdekk við píkum
Píkatíðin er millum 16. oktober og 1. mai, men Tróndur veit ikki at siga, um hon eisini er galdandi fyri súkklur.
- Men er hon tað, so er tað burturvið. Tað skulu fleiri hundrað súkklur til at slíta vegin so nógv sum einans bilhjól ger, sigur Tróndur.
Vit ringdu til Tormóð Mouritsen, varastøðleiðari á løgreglustøðini í Havn, at spyrja okkum fyri:
- Ja, halló, er tað Tormóður?
- Ja...
- Góðan dag. Hetta er Sosialurin. Tú, kanst tú siga okkum, hvørji akfør, lógin um nýtslu av píkadekkum, umfatar?- Hvørji akfør? Øll akfør!
- Eisini súkklur?
- Nei, nei, nei, vælsignaður, ikki súkklur. Og heldur ikki prutl og motorsúkklur, segði Tormóður m.a.
Niðurstøðan er sostatt, at píkadekkini hjá Súkkluhandlinumí Kollafirði eisini eru heilársdekk. Og tey eru sambært Tróndi Simonsen góð í øllum hálum umhvørvi, ikki einans ísi og kava.