Píkaátøk í viku 23 og 24

Eftir 1. mai høvdu akfør ikki loyvi at koyra við píkadekkum, men enn hevur løgreglan ikki havt nøkur serstøk átøk úti á vegunum fyri at hyggja eftir, um bilførarar hava fingið píkarnar undan bilunum

GREIN 13

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at í vanligum kanningum á vegunum og í ferðslukanningum annars verður sjálvandi hugt at, um bilførarar enn koyra við píkadekkum.
Men tey stóru átøkini, sum løgreglan plagar at hava eftir slík skifti, verða ikki fyrr enn viku 23 og viku 24.
- Tá fara vit at gera meiri umfatandi grein 13-kanningar kring landið, har vit serliga fara at hyggja eftir, um fólk hava fingið píkarnar undan.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at í vanligum kanningum, sum løgreglan alla tíðina hevur, hava bilførarar fingið bøtur fyri ikki at hava fingið píkarnar undan.
- Bótin fyri at koyra við píkum er 500 krónur, sigur vakthavandi.