Tíðindaskriv
Báturin hjá Ainu er í Klaksvík og hevur fleiri ferðir verið framsýndur, m.a. á Sjómannadegnum, men nú er Archemedess páhangsmotorurin hjá henni komin fyri ein dag, og Norðoya Motorfelag fer at sýna hann fram ímillum áðrar gamlar bátamotorar.
Tað eru teir tríggir, Hans Jørgin Nysted, Símin Simonsen og Absalon Lydersen, ið standa fyri savninum og savnið eigur ikki minni enn einar 30 restaureraðar gamlar bátamotorar, bæði instaleraðar motorar og páhangsmotorar.
Á Sjómannadegnum fara teir at sýna fram einar 15 smáar bátamotorar, ið teir tríggir hava gjørt ístand av einslystum.
Vit eru ógvuliga góðir við motorarnar og tí vilja vit treyðugt seta teir ígongd eftir at teir eru pussaðir og málaðir. Arbeiðisgongdin hjá okkum er í stuttum hon, sigur Hans Jørgin, at vit umvæla motorarnar í hjallaranum hjá Absalon, loysa tað sum er fast, gera nýggjar deilir og fáa alt tað neyðuga sum krevst til. Tá við eru liðnir har, vera teir settir ígongd, soleiðis at vit eru vissir um at alt er ílagið. Síðani taka vit teir tilhús, eg í hjallara mín og Símun í garasju sína, og har vera teir so pussaðir og málaðir av einslystum. Fyrr brúktu vit saltsyru til at reinsa teir við, men síðani hava vit fingið eitt tól at sandblása við, og tað hevur lætt nógv um hjá okkum.
Tá so liðugt er, verða motorarnir settir inn á savnið í gamla skúlanum í Norðdepli.
Vit fingu boð um, og hava vita tað í nógv ár, at páhangsmotorurin hjá Ainu Cederblom, ið hon brúkti í jollu síni, var úti í Hattarvík. Fyri stuttum varð hann givin okkum, og tað eru vit sera glaðir fyri. Enn hava vit onki gjørt við hann, men tó alíkavæl fara vit at hava hann við okkum á framsýningini. Seinni fara vit so at væla um hann og seta hann ístand so frægt sum tað ber til, sigur Hans Jørgin Nysted at enda.
Framsýningin verður í Timburhandlinum hjá Borg í Klaksvík.