P/f Fossá í Sandavági hevur keypt línubátin Havbúgvan úr Vestmanna frá P/f SJG.
Havbúgvin er fyrrverandi Jógvan S og seinni Núpur, skipið varð alt umbygt fyri fáum árum síðan, Havbúgvin er í sera góðum standi, sigur nýggi reiðarin á Havbúgvanum, Hálvdan Gudmundsen.
Havbúgvin hevur loyvi til 150 fiskidagar á landleiðini, íslandsloyvi og loyvi at royna á Føroya Banka.
P/f Fossá, sum eisini eigur línubátin Venus, hevur eisini keypt 2/3 av fiskiloyvinum hjá Th. Nygaard, tað er 113 dagar á landleiðini og 40 dagar á Føroya Banka. Th. Nygaard verður tikin úr fiskivinnuni.
Hálvdan Gudmundsen sigur, at prísurin er hampuligur og at fíggingin er nøktandi, tað er Eik-banki, sum fíggjar bátin.
Havbúgvin er klárur at fara til fiskiskap, skipari verður Jan Vang av Norðskála og manningin verður tann sama. Ætlandi kemur Havbúgvin vestur á Miðvág ein av fyrstu døgunum.