Hósdagin fer løgtingið undir fyrstu viðgerð av málinum um at gera Ferðaráð Føroya til partafelag. Málið kom annars ikki í tingið, áðrenn freistin at leggja mál fram var úti. Tí varð neyðugt hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, at fáa 17 tingfólk at skriva undir, at málið kortini kundi leggjast fyri tingið.
Tingfólkini, sum skrivaðu undir, vóru hesi: Aksel V. Johannesen, Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Bárður Nielsen, Eivin Jacobesen, Kristina Háfoss, Bjørt Samuelsen, Kristianna W. Poulsen, Eyðgunn Samuelsen, Hanus Samró, Alfred Olsen, Høgni Hoydal, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Henrik Old, Jóna M. Mortensen og Jenis av Rana
Í viðmerkingum til uppskotið sigur landsstyrismaðurin m. a., at Føroyar hava stórar møguleikar sum ferðafólkaland.
– Fyri tann kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Ferðavinna er ein vinna, sum í heimshøpi er millum tær vinnur, sum vaksa skjótast. Hóast hetta, so hava vit ikki staðið okkum væl í altjóða kappingini um ferðafólkini.
Síðani vísir hann á, at Ferðaráð Føroya varð endurstovnað í 2011, at landsstýrið hevur sett sær fyri meiri miðvíst at skapa vøkstur innan ferðavinnuna í Føroyum, og er málið, at ferðavinna verður ein týðandi súla undir samfelagsbúskapinum.
Hann sigur, at vinnan hevur seinastu tíðina fingið munandi betri fortreytir at røkka málunum um vøkstur innan ferðavinnuna. Ferðaráðið hevur fingið tvífaldaða játtan, úr 8,5 mió. kr. í 2012 til 16,4 mió. kr. í dag (13,9 mió. kr., um stuðulsjáttanirnar ikki verða tiknar við).
– Harumframt verða ferðavinnuhagtøl nú aftur framleidd á Hagstovuni. Nøktandi hagtøl eru ein fortreyt fyri eini miðvísari ætlan fyri ferðavinnuna. Ferðaráð Føroya hevur tilevnað eina nýggja strategi, nýggja visjón og eitt nýtt brand fyri Føroyar, sum arbeitt verður miðvíst eftir.
Málið er, at ferðavinnan í Føroyum skal tvífaldast og geva minst 1 mia. kr. í umsetningi í 2020. Mett verður, at innkomandi ferðavinnan í dag skapar uml. 400-500 ársverk, og er málið eisini, at talið av arbeiðsplássum skal tvífaldast fram til 2020.
Johan Dahl sigur, at við nýggju fortreytunum, sum Ferðaráðið hevur fingið at arbeiða undir, verður hetta ikki mett at vera eitt órealistiskt mál at røkka. Tó vantar enn ein fortreyt at fáast til vega, soleiðis at sannlíkindini fyri at røkka settu málunum verða uppaftur betri. Her verður sipað til bygnaðarbroyting innan ferðavinnuna, sum hevur við sær, at Ferðaráð Føroya fær betri og meiri støðugar karmar og verður tættari knýtt at vinnuni, bæði soleiðis at marknaðarføringin verður betur samskipað við vinnuna, og soleiðis at vinnan í størri mun enn í dag nýtir pening til marknaðarføringina av Føroyum, saman við Ferðaráðnum.
– Øll okkara grannalond hava fyri mongum árum síðani skipað ferðavinnuna við ávísari frástøðu til politisku skipanina og við einum tættari tilknýti til vinnuna. Orsøkin er, at ferðaráð ella feløg, sum hava til endamáls at marknaðarføra eina tjóð, ikki kunnu sammetast við annað alment fyrisitingarligt virksemi. Talan er hinvegin um virksemi við greiðum vinnuligum dámi, sum snýr seg um marknaðarmenning, hvørs høvuðsendamál er at skapa vøkstur innan ávísa vinnugrein, nevniliga ferðavinnuna. Ferðaráðið skal vera ein effektiv og dynamisk marknaðarføringseind, sum virkar undir støðugum kørmum, soleiðis at tað ber til at leggja eina langskygda ætlan fyri marknaðarføringina av Føroyum sum ferðavinnuland. Til tess at røkka hesum endamáli verður Ferðaráð Føroya við lógini eitt alment partafelag við navninum P/F Visit Faroe Islands, hereftir VFI.
Hann sigur víðai, at VFI kemur at virka eftir somu høvuðsreglu, sum er galdandi innan altjóða ferðavinnu. Hendan er, at tað er tjóðarferðaráðið (í hesum føri VFI), sum samskipar ferðavinnuna í landinum. Hendan meginreglan er grundað á, at ferðavinnan ofta hevur nógvar og smáar veitarar, sum hvør sær ikki hava neyðuga tilfeingið til at kunna gera seg galdandi við egnari altjóða marknaðarføring. Við einum samskipandi leikara á økinum, sum stendur fyri uppgávuni at selja ein marknaðarpall, ella eitt “brand”, kunnu eisini smærru veitararnir keypa seg inn á felags marknaðarpallin. Týdningurin av at hava eina slíka samskipaða marknaðarføring er helst enn størri í Føroyum, eftirsum okkara veitarar eru lutfalsliga minni enn aðrastaðni. Sum dømi um felagsmarknaðarpallar kunnu nevnast messur, arbeiðsbólkar (workshops), lýsingartiltøk í bløðum og á netinum o.s.fr. Undir marknaðarføringini av brandinum “Føroyar”, verður øll pallettin av útbjóðarum løgd fram; alt frá flutningsfeløgum, gisting, mati, upplivingarveitarum, bilum/bussum, o.s.fr.
– Fyri felagið verður løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagslógin) galdandi. Hetta hevur m.a. við sær, at leiðsla felagsins er hjá nevnd og stjóra, og at landsstýrismaðurin, sum eigari av felagnum, má gera sína ávirkan galdandi gjøgnum aðalfundin. P/F Visit Faroe Islands verður stuðlað við játtan á fíggjarlógini, og umframt eigaraleiklutin eftir vinnufelagslógini, eru í hesi lógini ávísar heimildir lagdar til landsstýrismannin sum myndugleiki, ið heimila landsstýrismanninum yvirskipað at áseta karmarnar fyri, hvussu almenna játtanin til virksemi felagsins kann nýtast, sigur landsstýrismaðurin.
Meira kann lesast um málið VIÐ AT TRÝSTA HER










