Ozzy spælir á Copenhell

68 ára gamla rocklegendan Ozzy Osbourne verður høvuðsnavn á tungmálmsfestivalinum Copenhell, sum verður hildin í Keypmannahavn í juni mánaði.

Ozzy Osbourne spældi annars á júst hesum festivali í fjør, tá ið Black Sabbath hevði konsert, men nú verður Ozzy solistur á festivalnum næsta ár. Við sær hevur hann eisini kenda gittarspælaran Zakk Wylde.

Aðrir bólkar, sum eru kunngjørdir til Copenhell, eru: Helloween, Nightwish, Krator, Exodus, Sodom, Arch Enemy, Alestor, Enslave, Orm, Bersærk og fleiri.