Veðurdeildin hjá ST, WMO, sigur í einari nýggjari frágreiðing, at ozonholið uppi yvir Antarktis er minni í ár enn í fjør, og tað tulkar stovnurin sum eina greiða ábending um, at átøkini at styrkja ozonlagið kring jørðina hava borið frukt.
WMO sigur, at ozonholið er minni enn í 2011, men framvegis størri enn í 2010, men at hetta kortini vísir, at tað gongur tann rætta vegin.
Í løtuni er holið í ozonlagnum uppi yvir Antarktis 19 milliónir ferkilometrar stórt, men WMO væntar, at tað fer at minka í ár. Vanliga er holið størst síðst í september og fyrst í oktober.