Fólkaatkvøða
Dagurin er ikki endaliga ásettur enn, men einaferð seint í november fer bygdarfólkið í Oyndarfjarðar kommunu, sum hevur verið sjálvstøðug kommuna síðan 1918, at taka støðu til tveir ella tríggjar spurningar.
- Møguleikarnir eru trinnir, sigur bygdarráðsformaðurin, Árni Joensen, sum í sínum dagliga starvi selir fisk fyri P/F Vesturvón í einum húsum, sum standa í gomlu bygdini í Oyndarfirði.
Týðandi mál
Hósmorgunin, tá ið Sosialurin hugdi fram við, hevði Árni sitið á skrivstovu síni síðan kl. 07.
Árni sigur, at bæði hann sum formaður í kommununi, hinir fýra bygdarráðslimirnir og fólk í Oyndarfirði annars, taka hesa vegleiðandi fólkaatkvøðuna ógvuliga avslappað, sum hann tekur til.
- Ikki tí; hetta er eitt ógvuliga týðandi mál fyri kommununa. Uttan
samanlegging, verður torført hjá Oyndarfjarðar kommunu at røkja tær uppgávur, sum longu eru lagdar og verða lagdar út til kommunurnar at umsita.
Bygdarráðsformaðurin vísir á, at Oyndarfjørður er á einum vegamóti, og møguleikarnir eru trinnir.
- Vit kunnu velja at leggja saman við Fuglafjarða kommunu ella Runavíkar kommunu. Hin triðji møguleikin er, at Oyndarfjørður verður verandi ein sjálvstøðug kommuna.
Fólkið avger
Árni vil ikki alment geva til kennar, hvørja samanlegging hann mælir til, tí hetta er ein spurningur, sum bygdarfólkið sjálvt skal taka støðu til.
- Eg fari ikki at siga, hvat eg haldi vera ta bestu loysnina fyri
kommununa, tí tað kann kanska ávirka tey fólk, sum skulu taka støðu til spurningin.
Enn veit hann ikki fyri vist, um tveir ella tríggir møguleikar verða at taka støðu til á atkvøðuseðlinum, men í øllum førum fáa veljararnir høvi at taka støðu til samanlegging við Fuglafjarða kommunu og Runavíkar kommunu.
- Um triðji møguleikin, at Oyndarfjarðar kommuna framhaldandi verður ein sjálvstøðug kommuna, eisini verður við, er ein spurningur, sum myndugleikarnir í Havn verða við til at avgera.
Árni sigur, at ein slík fólkaatkvøða altíð er vegleiðandi.
- Sambært kommunulógini kann bygdarráðið sjálvt avgera, um lagt verður saman ella ikki, men hann heldur, at tað hevði verið púrasta burtur við at lagt kommununa saman við aðrari kommunu ímóti vilja fólksins. So, tað verður ikki gjørt, leggur hann aftrat.
Borgarafundur
Fyrst í oktober verður almennur borgarafundur í Oyndarfirði, har ymiskt tilfar verður lagt fram um fyrimunir og vansar við samanlegging.
- Á hesum fundi verður kunnað um, hvussu vit ímynda okkum, at eitt slíkt samstarv verður. Tá verður so eisini høvi hjá borgarunum at bera fram sína hugsan um hesi viðurskifti.
Árni sigur, at nógv tilfar fyriliggur í málinum, sum nú verður borið borgarunum til kunningar.
- Tilfarið byggir á, hvussu mett verður, at samstarvið verður, antin lagt verður saman við Fuglafjarðar kommunu ella Runavíkar kommunu.
Hann sigur, at báðar hesar stóru kommunurnar hava nógv at bjóða og ivast ikki í, at antin samanleggingin verður við hesa ella hina, kemur eitt slíkt samstarv at tæna borgarunum í báðum kommununum.
- Vit hava gott samstarv, bæði við Fuglafjarðar kommunu og Runavíkar kommunu, og sjálvur ivist eg onga løtu í, at vit í eini samanlegging kundu bygt upp eitt gott og gevandi samstarv.
Árni sigur, at hann dugir ikki at meta um, hvørja støðu borgararnir í Oyndarfjarðar kommunu fara at taka í desember, men hann er rættiliga sannførdur um, at meiriluti verður fyri samanlegging.
- Sum bygdarráðsformaður kann eg liva við báðum møguleikunum, leggur hann aftrat.
Nógvir møguleikar
Prátið fellir eisini á teir møguleikar, sum Oyndarfjørður hevur saman við Fuglafjarðar kommunu og Runavíkar kommunu.
- Sum er, hava vit sama skrivara sum Fuglafjarðar kommuna, og vit samstarva um tað tekniska, men tekniski parturin byggir á konsulentbasis.
Árni vísir á, at Oyndarfjarðar kommuna og Fuglafjarðar kommuna liggja uppat hvørji aðrari, og tá ið tunnilin kemur, verður eingin teinur úr Oyndarfirði til Fuglafjarðar ? og stuttur teinur til Klaksvíkar, har vit hava sjúkrahús og stovnar.
Hann sigur, at Runavíkar kommuna eisini hevur sínar fyrimunir, hóast teinurin út hagar er longri.
- Runavíkar kommuna er ein størri kommuna, og har hava vit eitt nú heilsumiðstøð, apotek og fleiri stovnar, sigur Árni.
Dýrt at reka
Árni vísir á, at tað er tungt at reka tær smáu kommunurnar, nú so nógv økir eru og verða løgd út til kommunurnar at umsita. Haraftrat kemur so, at Oyndarfjarðar kommuna hevur stórar rentuútreiðslur at dragast við, serliga av havnalagnum, sum í sínari tíð varð bygt.
- Av skattainntøkuni í kommununi, sum liggur um 4 milj. krónur um árið, rinda vit 1,5 milj. krónur í rentum og avdráttum. Hetta er heili 38% av inntøkugrundarlagnum. Aðrir postar, sum kommunan hevur, eru tilsamans eisini tungir at bera, tá ið fólkagrundarlagið er so lítið, sigur Árni Joensen at enda.