Tað er ikki ov nógv sagt, at longu nú áðrenn oyggjaleikirnir eru settir, so er 45 ára gamla Christina Mackenzie úr Hebridunum (Suðuroyggjum) størsti vinnarin á oyggjaleikunum á Guernsey.
Christina Mackenzie býr nú í Sterling á skotska meginlandinum. Tað var undir einari venjing á súkkluni hjá sær í september í fjør nær við Kipping í Stirlingshire, at Christina Mackenzie var yvirkoyrd av einum bili og var álvarsamt løstað.
Bilførarin koyrdi avstað uttan at geva seg til kennar, og skotska løgreglan hevur enn ikki megnað at funnið tann seka bilføraran.
Christina Mackenzie hevði fingið eitt álvarsamt kokubrot, og mátti hava eina drúgva skurðviðgerð. Talan var um brot í fýra støðum, og tí mátti Christina Mackenzie læra at ganga aftur aftaná skurðviðgerðina.
Bert 10 mánaðir aftaná álvarsama ferðsluóhappið er Christina Mackenzie millum yvir 100 ítróttarfólk, ið skulu kappast í súkkling á oyggjaleikunum á Guernsey.
- Eg brúkti oyggjaleikirnar sum motivasjón fyri at koma fyri meg aftur, sigur Christina Mackenzie í samrøðu við skotska blaðið, Press and Journal.
Christina Mackenzie kappaðist á oyggjaleikunum á Bermuda í 2013, og á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017.
- Eg eri nú til reiðar at kappast aftur, sigur Christina Mackenzie við Press and Journal.
Christina Mackenzie hevur eitt serligt met í bókini hjá Guinness. Hon eigur metið sum skjótasta kvinnan at súkkla frá Landsend í Suður-Onglandi til John O´Groats í Norður-Skotlandi.
##med2##












