OYL 23: Oyggjaleikirnir vóru upprunaliga ætlaðir sum eitt eingangstiltak

Hoyr upprunaliga stigtakaran til oyggjaleikirnar, Geoffrey Corlett (1926-2012) frá oynni Man greiða frá hvussu eitt eingangstiltak bleiv ein instutisjón

Geoffrey Corlett (1926-2012) úr Oynni Man var faðirin hjá oyggjaleikunum

Faðirin til oyggjaleikirnar var Geoffrey Corlett (1926-2012) úr Oynni Man. 

 

Tá hann saman við øðrum samskiparum bjóðaðu ítróttarfólkum frá øðrum oyggjum at koma á oyggjaleikir á Oynni Man á sumri í 1985, so var upprunaliga ætlanin, at oyggjaleikirnir bara skuldi vera ta einu ferðina.

 

Men oyggjaleikirnir eydnaðust so væl, at tað komu fram krøv og ynski um, at teir skuldu halda fram.

 

HER  ber til at hoyra Geoffrey Corlett, sála greiða frá upprunanum til oyggjaleikirnar í einari samrøðu við Eyðun Klakstein og Hera Simonsen, ið var gjørd á oyggjaleikunum í Álandi í 2009. Í samrøðuni greiddi Geoffrey eisini frá hvussu hann upplivdi oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989. 

 

Geoffrey Corlett (1926-2012) úr Oynni Man var faðirin hjá oyggjaleikunum