OYL 23: Kurvabóltsformaðurin stórfegnast um søguliga dystin

Hoyr ljóðsamrøðu við formannin í kurvabóltssambandi Føroya, John Norðbúð Thomsen

##med2##

 

Formaðurin í Kurvabóltssambandi Føroya, John Norðbúð Thomsen hevði nógv at síggja til undan og undir søguliga dystinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum í kurvabólti móti Oynni Man. John skuldi fyrst vera viðmerkjari til beinleiðis frásøgn á FM1. Aftaná tað var tað samrøða við KVF, og so mátti hann gera samrøðu við in.fo.

 

John var sera glaður aftaná dystin, hóast talan var um eitt føroyskt 19-45 tap. Hann helt fyri, at føroysku kvinnurnar vístu betri hugburð og stríðsanda í sínum fyrsta dysti enn mennirnir vístu í dystinum teir taptu 63-73 fyri Oynni Wight ígjár.

 

John leggur dent á, at tað er so týðandi, at føroysku kvinnurnar eisini hava fingið møguleikan at spæla á oyggjaleikunum, og tí var hann longu fegin undan dystinum, at hetta nú var veruleiki.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðu við John Norðbúð Thomsen. 

 

Samrøða: John Norðbúð Thomsen

Samrøða: John Norðbúð Thomsen